Í alt 1.066 føroyingar fingu í vikuskiftinum ferðastuðul útgoldnan frá TAKS. Útgjaldið var tilsamans 7 milliónir krónur.
Aftur í ár hevur TAKS nýtt mannagongdina, við at borgarar, ið lótu umsóknina til ferðastuðul inn áðrenn 10. januar 2014, fingu lovað frá TAKS, at peningurin var á konto tann 10. februar 2014.
– Tað tykist sum fólk hava tikið væl ímóti hesum háttinum, har tey vita júst nær peningurin er á konto. Vit síggja eisini eina munandi betring í umsóknunum nú í mun til seinasta átak, umsóknirnar eru rættari, og hetta ger tað lættari fyri okkara starvsfólk at avgreiða tær skjótt og væl, sigur Mai-Britt Vinther, deildarleiðari.
Ferðastuðul verður veittur fyri ferðing, bæði á landi og sjóvegis, millum bústað og arbeiðsstað í Føroyum. Søkt verður um ferðastuðul fyri teir arbeiðsdagar, umsøkjarin hevur ferðast millum bústað og arbeiðsstað. Tað verður ferðastuðul veittur fyri fjarstøðu yvir 20 km, aftur og fram.




