Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ferðavinnan hægri raðfesting

Beinir Johannesen – Valevni Fólkafloksins

Seinastu árini hava vit sæð, at ferðavinnan er vorðin alsamt størri. Hendan gongdin tykist ikki at steðga, og als ikki nú, tá SAS fer undir regluliga rutuflúgving til Føroya næsta ár. Hesa gongdina hava vit eisini merkt í okkara kommunu, og serliga hava tey á Kalsoynni merkt tað.

Síðan Kópakonan varð reist á Stórakneysa í fjøruni í Mikladali í 2014, so er talið av ferðandi alsamt vaksið á Kalsoynni. Hyggja vit at tølunum frá 2014 og tey fyri hagartil í ár, so er ferðafólkatalið voksið við umleið 25%. Hetta er gleðiligt, og er hetta eitt tekin um, at tað er ráðiligt hjá fólkið at dúva uppá ferðavinnuna. Ikki bert er tað Kópakonan, ið lokkar ferðafólkið til oyggjuna, men eisini tað fantastiska vakra náttúruumhvørvið. Men tað er ein trupulleiki, ið møguliga kann steðga vaksandi talinum av ferðandi. Busssambandið.

Meðan Sam gjøgnum summarhálvuna siglur 6-7 ferðir millum Klaksvík og Syðradal, so er tað bert møguleiki fyri bussi tríggjar ferðir á Syðradali, tá Sam leggur at. Oftani er tað soleiðis, at ferðafólk koma til oynna, men venda aftur til Klaksvíkar, tí ongin bussur er. VisitKalsoy hava gjørt vart við trupulleikan, og haldi eg at kommunan skal vera ein sterkur viðspælari, fyri at tryggja ferðavinnuni á oynni teir best møguligu karmarnir.

Seinastu árini hava vit eisini havt gleðina av, at ferðamannaskip hava vitjað í býnum, og at fólk í túsundatalið streyma inn í býin. Men tó skal menningin ikki steðgast her, og skulu vit fara í holt við eina útbygging av Norðhavnini, ið skal geva møguleikar fyri, at fleiri og størri ferðamannaskip kunnu koma framvið okkara leiðum.

Ein hægri raðfesting av ferðavinnuni, har karmarnir eru nøktandi, kann skapa møguleikar fyri, at ferðavinnan er veruliga nakað, ið fólk kunnu dúva uppá. Eisini í okkara kommunu! Tískil fari eg, um eg verði valdur í Klaksvíkar Býráð, at gera mítt fyri, at ferðavinnan kann av álvara vinna frama her norði.

Beinir Johannesen

Valevni Fólkafloksins

Harleyfacadeacryl