Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Ferðavinnuráðstevnan í Varpinum sett

Jóhann Lützen

Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini í Klaksvíkar kommunu, setti ferðavinnuráðstevnuna

 

Ferðavinnuráðstevna er í Varpinum í dag. Fyrireikararnir upplýsa at fleiri enn 150 fólk hava melda til, so tey eru ovurfegin um risa áhugan. 

Byrjað varð við skráseting og morgunábiti. Síðani fóru tey tríggjar gongutúrar í býnum við hvør sínum ferðaleiðara. Afturkomin standa sýnarar í stóra salinum og vísa sínar ferðavinnuupplivingar og tænastur. 

Eftir miðmála verður aftur áhugaverdur gongutúrur í býnum og afturkomin verða framløgur í stóra salinum frá veitarum í Norðoyggjum. 

Góð ferðavinnunetverkan millum áhugaði í Klaksvík í dag.