Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ferðavinnuskúli í Vágum

Ingolf S. Olsen

Tjóðveldi hevði fyri nógvum árum síðani í síni valskrá, at ein ferðavinnuskúli skuldi stovnast í Vágum, og nú er tíðin komin, at henda verkætlanin eigur at gerast veruleiki. 

At skúlin verður bygdur í Vágum er upplagt. Flogvøllurin er okkara høvuðsdyr fyri inn- og útgangandi ferðafólkastreymin. Vágar eru eisini sjálvar eitt stórt ferðamál fyri ferðafólk, eins og hon er portrið til okkara størstu ferðafólkaattraksjón: Mykines. 

Við árunum er tørvurin á einum ferðavinnuskúla í Føroyum vorðin alsamt meira eyðsýndur, einfalt tí ferðavinnan er í ógvusligum vøkstri, og avbjóðingarnar í henni broytast støðugt og gerast meira kompliseraðar. 

At gera henda skúlan nú sampakkar eisini væl við orðaða málið hjá Tjóðveldi viðvíkjandi ferðavinnuni í komandi valskeiði, nevniliga at vit “við hegnisligari samskipan seta uppaftur størri ferð á menningina av ferðavinnuni.” 

Ambisjónirnar hjá vinnuni sjálvari og ferðavinnumyndugleikunum eru heldur ikki smávegis: Málið hjá Visit Faroe Islands er, at umsetningurin í ferðavinnuni verður tvífaldaður næstu fýra-fimm árini, so hann verður eina milliard krónur í 2020. 

Og visjónin er, at at “ferðavinnan skal gerast ein týðandi vinna fyri landsbúskapin og skal mennast á ein burðardyggan hátt, við fyriliti fyri føroyska fólkinum, umhvørvinum og búskapinum.” 

Skulu málini røkkast er alneyðugt, at vit hava fólkið við bestu førleikunum á økinum, og tí má ein ferðavinnuskúli í Vágum setast á stovn nú.

Ingolf S. Olsen 

løgtignsvalevni hjá Tjóðveldi