Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ferðin hjá Team Rynkeby byrjar hósdagin

klaksvik.fo

Hósdagin 26. juni byrjar súkkluferðin hjá Team Rynkeby, og aftur í ár verða súkklararnir sendir avstað frá Smæruni á Kjalarvegnum 48.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin at ynskja ferðaliðnum góða ferð. Bjóðað verður kaffi, køka og okkurt søtt til børnini. 

 

Skráin:

  • Kl. 10.30: Súkklurnar verða vístar fram, og høvi verður at heilsa upp á Team Rynkeby.
  • Karl Johansen, borgarstjóri, og Meiken Michaelsen, umboðandi Team Rynkeby, halda røður og Rani Nolsøe syngur tvey løg.
  • Kl. 11.15: Fráferð av Kjalarvegnum. Súkklað verður út til Klaksvíkar Sjúkrahús.

 

Klaksvíkar kommuna ynskir øllum súkklarunum eina góða ferð. 
 

Harleyfacadeacryl