Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ferðingarmynstrið hjá yvirgangsmanninum

Danial Viðoy

Yvirgangur í Keypmannahavn: Donsku miðlarnir eru á tremur við tíðindum um syrgiliga tilburðin í gjár og í nátt. Tað kundi endað nógv verri. Her er ein stutt gjøgnumgongd av yvirgangstilburðinum og ein mynd av ferðingarmynstrinum.

Yvirgangur í Keypmannahavn: Donsku miðlarnir eru á tremur við tíðindum um syrgiliga tilburðin í gjár og í nátt. Tað kundi endað nógv verri. Her er ein stutt gjøgnumgongd av yvirgangstilburðinum og ein mynd av ferðingarmynstrinum.

Alt byrjaði í mentanarhúsinum, Krudttønden á Østerbro seinnapartin í gjár. Krudttønden var karmur um eitt tiltak um tekni- skrivi- og talufrælsi. Krudttønden er tætt við Parkina.

Um hálvgum fýra tíðina verður ein maður dripin og tríggir politistar særdir uttan fyri Kruddtønden. Tað er komið fram, at tann dripni er 55-ára gamli filminstruktørurin, Finn Nørregaard.

LES EISINI: Skothendingar í Keypmannahavn: Trý fólk eru deyð

Klokkan 01.00 í nátt skjýtur og drepur sami gerningsmaður ein jøda uttan fyri eina jødiska synagogu. Tveir løgreglumenn blivu særdir. Gerningmaðurin ætlaði sær inn, men tann 37 ára gamli vakturin steðgaði honum og bleiv skotin.

Og klokkan 04.00 í morgun skjeyt løgreglan gerningsmannin. Hetta hendi á Nørrebro station.

LES EISINI: Skothendingar í Keypmannahavn: Hvat hendi?

Leggjast kann afturat, at inni í synagoguni vóru 80 fólk til eina jødiska konfirmatión. – Hevði løgreglan ikki verið á staðnum og tálmað gerningsmanninum, kundi støðan við synagoguna enda hvaðna verri.

Sí mynd niðanfyri, sum lýsir ferðingarmynstrið hjá gerningsmanninum:

Harleywoodpaint