Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ferðsla og parkering á Skúlatrøð

klaksvik.fo

Í samband við arbeiði at gera skúlagarðin norðanfyri skúlan, er vegastrekkið millum Ósavegin og Skúlavegin einsrættað og gonguleið gjørd fram við hegninum.

 

Hegnið ger, at minni pláss er til ferðsluna norðanfyri. Tí verður heitt á foreldur um at vísa varsemi, tá ið næmingar verða settir av og heintaðir. Vegurin er opin sum vanligt, men mælt verður til heldur at nýta farleiðina sunnanfyri ella frá Heygavegnum fyribils.