Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ferðslan í Norðoyatunnlinum fer væntandi upp um 1 millión bilar í ár

Tunnil.fo

Fyrstu 10 mánaðarnar í 2016 øktist ferslan í Norðoyatunnlinum við 11,6% og í Vágatunnlinum 9,2%

Fyrstu 10 mánaðarnar í 2016 øktist ferslan í Norðoyatunnlinum við 11,6% og í Vágatunnlinum 9,2%

Fyrstu 10 mánaði í ár koyrdu íalt 630.154 akfør í Vágatunlinum, í mun til 577.157 akfør sama tíðarskeið 2015. Hetta svarar til ein vøkstur á 9,2%. Miðalferðslan hevur sama tíðarskeið verið 2.066 akfør pr. døgn frá januar til oktober 2016.

Sama tíðarskeið í Norðoyatunlinum koyrdu 838.446 akfør ella í miðal 2.749 pr. døgn. Fyrstu 10 mánaðirnar 2015 koyrdu 751.544 akfør. Sostatt er talan um ein vøkstur á 11,6% frá 2015 til 2016.”

Kann leggja afturat, at um ferðslan framhaldandi økist við 9% í november og desember í ár, fer ferðslan at runda 1 mió akfør í ár í Norðoyatunlinum.