Tað hava verið nógv fólk í Klaksvík hesar fýra dagarnar ókeyps varð at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin. Tilsamans taldi Norðoyatunnilin 14.126 akfør sum er 5.746 akfør meira enn tá ikki er ókeypis at koyra.
Tað hava verið nógv fólk í Klaksvík hesar fýra dagarnar ókeyps varð at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin. Tilsamans taldi Norðoyatunnilin 14.126 akfør sum er 5.746 akfør meira enn tá tað ikki er ókeypis at koyra.
Í miðal koyra 2.310 akfør í Norðoyatunnlinum pr. dag og halgidagar koyra vanliga 1880 akfør gjøgnum tunnilin.
Í samband við at ókeypis var at koyra 5., 6,. 7. og 8. Mai í samband við at tunnilin fylti 10 ár:
Hósdagn 5. mai 2.450 akfør (Kristihimalferðardag vanl. 1.880)
Fríggjadagin 6. mai 4.248 – (vanl. 2.310)
Leygardagin 7. mai 4.664 – (vanl. 2.310)
Sunnudagin 8. mai2.764 – (vanl. 1.880)
TILSAMANS 14.126 (vanl. 8.380)
Leygardagurin var tó lakari enn í 2015 tá talið á akførum var 5.186 og tað kemur helst av at hesuferð var ókeypis í fýra dagar, meðan seinasta ár var bert leygardagurin ókeypis.
Samlað er tó ei ógvusligur vøkstur tá sama vikuskiftið í Mai 2015 varð økingin 2.817 akfør, meðan í ár varð samlaða økingin 5.746 akfør.




