Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ferðslan økist í Norðoyatunlinum

Oliver Joensen

Talið á bilum, sum í miðal koyrdu ígjøgnum Norðoyatunnilin í august liggur um 20% omanfyri væntaða miðaltalið.

Dávur Reinert hansen, stjóri á Norðoyatunlinum sigur, at ferðamynstrið í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum líkist ikki, við tað at nógv fleiri bilar koyrdu ígjøgnum Norðoyatunnilin í august enn í juni og juli.
Hóast P/F Norðoyatunnilin hevur brúkt eitt tal sum eitur 1500 bilar í miðal, sum útrokningargrundarlag fyri prísinum av tunnilsgjaldinum, koyrdu ímeðal 1650 bilar ígjøgnum Norðoyatunnilin í juni og juli.
Men talið fyri august er væl hægri, nevniliga 1806 bilar. Hvørja ávirkan Summarfestivalurin og Sjómannadagurin hava havt, hava vit ikki fingið uppspurgt, men nú verður í hvussu so er áhugavert at síggja tølini fyri september.

Harleyfacadeacryl