Eftir øllum at døma er ferðslan um Leirvíksfjørð økt rímiliga nógv seinastu vikurnar, og sjónin frá seinasta summari við bilrøðum norður eftir Stangarvegnum er nú aftur farin at taka seg upp.
Lítil ivi er um, at ferðslan økist saman við ljósinum. Í øllum førum er nógv, sum bendir á tað.
Myndin her á síðuni er tikin fríggjadagin, tá rekkjan av bilum rakk heilt norður til Klaksvíkar Timburhandil.
Hetta eigur at geva Strandfaraskipum Landsins og landsmyndugleikunum nakað at hugsa um, nú so nógv verður tosað um hesa farleiðina.
Myndin talar fyri seg!




