Ferðslunevndin hevur samtykt at seta ein arbeiðsbólk, sum innan árslok 2014 skal gera uppskot til nýggja ferðslutrygdarætlan fyri Klaksvíkar Kommunu, upplýsir Steinbjørn O. Jacobsen, formaður í Teknisku Nevnd og Ferðslunevndini.
Ferðslunevndin hevur samtykt at seta ein arbeiðsbólk, sum innan árslok 2014 skal gera uppskot til nýggja ferðslutrygdarætlan fyri Klaksvíkar Kommunu, upplýsir Steinbjørn O. Jacobsen, formaður í Teknisku Nevnd og Ferðslunevndini.
– Ferðsluviðurskiftini í kommununi hava stóran týdning fyri trivnaðin og ikki minst tryggleikan hjá okkara borgarum, og hetta sæst eisini aftur í tí stóra áhuga, sum er millum fólk fyri ferðsluligum spurningum, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, formaður í Teknisku Nevnd og Ferðslunevnd býráðsins.
– Tí er tað umráðandi, at kommunan sum ferðslumyndugleiki javnan dagførir sínar ætlanir innan vegir, gøtur og ferðslu, og tað er júst hetta, sum Ferðslunevndin hesa vikuna hevur samtykt. Í vikuni samtykti nevndin, at nú skal ein arbeiðsbólkur gera eitt uppskot til dagføring av ferðslutrygdarætlan kommununnar.
Uppskot fyriliggja
innan árslok 2014
Arbeiðsbólkurin, sum Ferðslunevndin mælir til, er mannaður við persónum úr kommununi og løgregluni.
Ráðgevingarfyritøkan Rambøll, sum seinastu mongu árini hevur ráðgivið kommununi í vegatekniskum spurningum, kemur at veita arbeiðsbólkinum serkøna ráðgeving.
Ætlanin er at hava eitt tilmæli klárt at leggja fyri nevndir og býráð áðrenn árskiftið 2014/2015.
Í arbeiðsbólkinum eru: Steinbjørn O. Jacobsen, formaður í Ferðslunevndini og Teknisku Nevnd, Kristian Eli Zachariassen, formaður í Byggi- og Býarskipanarnevndini, Kári Thorsteinsson, økisleiðari hjá løgregluni, Gunnleyg Kallsberg Dánjalsson, limur og skrivari í Ferðslunevndini og Mogens F. Petersen, byggifrøðingur á Teknisku Deild.
Ferðslutálmandi tiltøk
skulu nútímansgerast
Steinbjørn O. Jacobsen upplýsir fyri Norðlýsinum, at høvuðsuppgávan hjá arbeiðsbólkinum verður at dagføra vegaætlanina og gera uppskot til nýggja ferðslutrygdarætlan.
– Fólk seta nógvar spurningar til summi av ferðtálmandi tiltøkunum, sum kommunan hevur sett í verk í býnum, og tað er eisini longu 10 ár síðan, at býráðið fyrstu ferð samtykti ferðsluætlanina. Nógv er broytt í 10 ár – ikki minst í ferðsluni – so tað er ikki løgið, um tørvur er á at endurskoða og gera dagføringar.
– Tí hevur Ferðslunevndin eisini samtykt, at arbeiðsbólkurin skal hyggja at møguleikunum fyri nýmótans ferðslutálmandi tiltøkum at seta í verk í kommununi.
– Harafturat er ætlanin at gera uppskot til eina gongubreyta- og gongugeilaætlan í bygdum øki í kommununi, at gera uppskot um fleiri parkeringspláss í Klaksvíkarøkinum og samlaðan parkeringsplan fyri kommununa.
Ferðsluætlanin varð fyrstu ferð samtykt av Klaksvíkar Býráð í 2003, og hevur kommunan síðan tá framt ferðsluátøk ymsastaðni í býnum.




