Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ferðsluóhapp í Klaksvík

John William Joensen

Fyri lítlari løtu síðan var ein smádrongur yvirkoyrdur á fótgangarateigunum við Telefonstøðina í Klaksvík. Drongurin slapp uttan álvarsligt mein, men hetta er ikki fyrstu ferð at fólk eru yvirkoyrd, júst á hesum stað

Fyri lítlari løtu síðan var ein smádrongur yvirkoyrdur á fótgangarateigunum við Telefonstøðina í Klaksvík. Drongurin slapp uttan álvarsligt mein, men hetta er ikki fyrstu ferð at fólk eru yvirkoyrd, júst á hesum stað

Tá vit vóru á staðnum varð ikki hildið at drongurin hevði fingið nakað álvarsligt mein. Hann gramdi seg um annan fótin, men portørarnir frá Klaksvíkar Sjúkrahúsið vildu hava hann við á skaðastovuna.

Sum skilst stóð ein bussur frá Bygdarleiðum beint frammanfyri fótgangarateigin og blinkaði meðan hann bíðaði eftir at kunna snæra oman á sandin. Bussurin var komin frá rundkoyringini við posthúsið og drongurin rann út á vegin aftanfyri bussin. Bilførarin sum kom koyrandi, hevði onga møguleika at síggja dreingin, áðrenn hesin kom undan bussinum.

Eitt sera vandamikið knútapunkt

Men tað er sera óheppið og at umstøðurnar hjá skúlabørnum eru so vandamiklar beint við Skúlan á Skúlatrøð, har børn og bilar, hvørt um annað, hvønn dag eru sera tætt upp at hvørjum øðrum. Umstøðurnar eru sera vánaligar, nú tá myrkt er um morgunin, tá børn fara í skúla og vaksin til arbeiðis.

Óhappið hendi eisini júst sum børnini komu úr skúlanum.

Frá politinum varð sagt at hesin fótgangarateigurin er sera vandamikil og illa plaseraður.

Neyðugt er tí at okkurt munagott verður gjørt beinan vegin. Spurningurin er um tað hjálpir at koyra fótgangarateigin burtur, tí tá er vandi at børn og vaksin álíkavæl stytta sær leiðina tvørtur um vegbreytina á hesum staði.

Í londunum kring okkum hava foreldrabólkar tikið seg saman at skipa fyri vakt við fótgangara teigar, tá børn koma og fara úr skúlunum.

Í Onglandi verða hesi vaktarfólkini kallaði ”lollipop-lady/man”. Navnið er komið av stóra stop skeltinum, sum hesi serligu vaktarfólkini halda í hondini, og sum hevur fingið kelinavni ”slikk-pinnur”.

Kanska tað hevði verið ein roynd vert at sett eina slíka skipan í verk her í Klaksvík.

Sí mynd niðanfyri.