Harleywoodpaint
Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ferðsluóhapp í Norðoyatunnlinum

John William Joensen

Fyri lítlari løtu síðan var ferðsluóhapp í Norðoyatunnilinum.

Sum Norðlýsið skilir fekk eingin álvarsligt mein

Í bilinum vóru fýra ung fólk og bilførarin hevur á ein ella annan hátt mist tamarhaldið á bilinum og koyrt inn í veggin á tunnilinum og er síðani farin yvir um vegin og inn í veggin hinumegin.

Bilurin var illa farin – og ein persónur endaður á sjúkrahúsinum – men sum skilst hevur eingin fingið álvarsligan skaða.

Ikki ber til at fáa meira at vita frá løgregluni í løtuni – tí klokkan er farin av 16 og telefonirnar á politistøðini í Klaksvík verða umstillaðar til Havnar – og har vistu tey einki annað at siga enn at eftir øllum at døma hevði eingin fingið stórvegis mein.

Hettar er fyrsta ferðsluóhappið síðan tunnilin alment varð tikin í nýtslu. Eitt óhapp var áðrenn tunnilin stóð liðugur – tá ein arbeiðsbilur stoytti inn í ein borðivogn.