Umleið kl. 18:30 var eitt ferðsluóhapp í tunnlinum millum Árnafjørð og Norðtoftir
Frá politistøðini verður sagt at bilurin stendur fastur í tunnlinum – men tó var eingin mannskaði.
Menn eru í ferð við at fáa bilin leysan og vónandi gongur ikki ov long tíð til koyrandi verður aftur gjøgnum tunnilin.




