Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ferðsluóhapp undir Hálsi

John William Joensen

Um leið kl. 3 í nátt fór ein bilur við nógari ferð niðan av vegnum omanfyri húsini hjá Jan Elleby.

Vegastrekkið har vegirnir "Undir Fossum" og "Undir Hálsi" møtast hevur fyri ikki so langari tíð síðan kravt mannalív.
Kommunan hevur síðani sett sokallaðar ferðsluforðingar upp av Bumshamri og heim til Lítlubrekkur, men hesi sokallaðu bumpini, vóru í nátt brúkt til flúgvubakkar av tveimum unglingum í einum lítlum bili.
Bilin høvdu teir stolið og førarin hevði einki koyrikort.
Nógva ferðin gjørdi at teir ikki kláraðu svingi og fóru niðan av vegnum oman fyri húsini hjá Jan Elleby. Tey, sum sóu tilburðin, siga at bilurin misti nakað av ferðini tá hann rendi gronina inni í svørðin, – legðist síðani á síðuna, -dekkini kýndu lyktapelan, -rættaðist  síðani upp og lendi á øllum fýra og helt leiðina fram einar 30-40 metrar, – rendi inn í síðjuna á einum parkeraðum bili og steðgaði so endaliga.
Tey sum sóu tilburðin siga fyri Norðlýsinum at teir báðir ungu dreingirnir í bilinum vóru ávirkaðir av rúsdrekka, men at teir ikki fingu nakran skaða og kundu sjálvir koma út úr bilinum.

Av politistøðini
verður sagt at tað var eitt sindur ófriðarligt í gjárakvøldi.
– Dansistøðini, sum høvdu opið, vóru bert fyri 18 ár og eldri, og tí gingu ungdómar um í býnum og gjørdu smávegis ónáðir.
– Onkur gistið á støðini og eisini vóru vit noydd at taka nøkur við á støðina at tosa tey til rættis, segði vakthavandi á Politistøðini í Klaksvík.