Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ferðslutrygdin við Dagstovnin Blákollan má betrast

Petur Martin Hansen

Ferðslutrygdin við Blákolluna við Kjalarvegin má betrast. Parkeringsplássið við dagstovnin er ov lítið og illa skipað. Av tí at hetta er ein gamal býlingur, so parkera fólka sínar bilar á vegnum. Tá fólk fara í skúla og til arbeiðis, er nógv ferðsla við Blákolluna. Hesi viðurskifti gera, at ferðslutrygdin er alt annað enn góð, tá ið foreldur skulu avlevera síni børn.

Ein uppløgd loysn er, at parkeringsplássið við Blákolluna verður víðkað og lækkað suðureftir. Parkeringsplássið kundi verið nýtt av grannalagnum eftir arbeiðstíð. Samstundis átti tað ikki at verið loyvt at parkera á báðum síðum á vegnum.

Petur Martin Hansen, formaður fyri Norðoya Javnaðarfelag