Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ferðsluvanlukka kosta eitt mannalív

Oliver Joensen

Ein bilur varð tikin av vindi millum Fjarða ímorgun. Politiið í Runavík sigur at ein maður lat lív.

Vindurin hevur verið av tí mesta Millum Fjarða ímorgun upplýsir politiið í Runavík. Politistarnir, sum vóru á staðnum siga frá vindi sum teir valla vita um áður.

Bilurin var á veg úr Norðskálatunlinum og skuldi út á Skálafjørðin. Bilurin bleiv tikin av eini hvirlu oman av vegnum nakað áðrenn hann kom til Statoilstøðina í Skálabotni. Ein maður lat lív í óhappinum.