Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ferðsluviðurskiftini í Gerðagøtu gerast tryggari

Tíðindaskriv

Sum liður í skúlaverkætlanini skulu ferðsluviðurskiftini í Gerðagøtu gerast tryggari. Farið verður tí nú í gongd við at fremja eina ferðsluloysn í økinum millum Dr. Margrethu Barnagarð, Tónlistaskúlan, Skúlatrøð og Snjallubjallu. Eftir ætlan fer arbeiðið í gongd í komandi viku, vika 28

Arbeiðið fer at ávirka parkeringsmøguleikarnar í økinum, soleiðis at ongin parkering verður møgulig millum Tónlistaskúlan og Snjallubjallu. Í staðin verður parkeringsøkið beint vestanfyri inngongina til garðin hjá Dr. Margrethu Barnagarði víðkað suðureftir, umframt at farið verður í gongd við at gera eitt parkeringsøki beint eystanfyri KFUM&K suður úr Gerðagøtu. Væntandi fáast eini 30-35 parkeringsbásar við hesi loysnini.

Enn ber ikki til at siga, hvussu leingi arbeiðið fer at vara, men okkara vón er, at tað verður liðugt nú í summar.

Heitt verður á tykkum um at boða tykkara starvsfólkum, viðskiftafólkum og fólki annars, ið tit koma í samband við her í økinum, frá hesum broyttu umstøðunum.