(Porto) Venjarin hjá Portugal nevndi ein frá verjupartinum og ein frá álopspartinum sum teir á føroyska liðnum, sum hava størst týdning á føroyska liðnum.
(Porto) Venjarin hjá Portugal nevndi ein frá verjupartinum og ein frá álopspartinum sum teir á føroyska liðnum, sum hava størst týdning á føroyska liðnum.
Hvørjir leikarar eru mest týðandi á føroyska liðnum? Tann spurningin fekk venjarin hjá Portugal, Fernando Santos, m.a. frá Norðlýsinum á tíðindafundinum í kvøld.
– Eg haldi, at Føroyar hava eitt gott lið sum heild. Men skal eg velja, so haldi eg, at liðskiparin Atli Gregersen er ein góður og sterkur leikari. Í álopspartinum vil eg nevna Jóan Símun Edmundsson. Hann er skjótur og hevur góðan teknikk, so vit mugu ansa honum væl, segði Fernando Santos á tíðindafundinum.




