Harleywoodpaint
Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fernisering í Gamla Seglhúsinum, Sámal Toftanes.

Myndir: Dávur Winther

Í dag kl. 14 læt listamaðurin, Sámal Toftanes upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík

Eisini varð boðið lættari ábit, og Bárður á Lakjuni sang og spældi nøkur løg, áðrenn Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentunarnevndini hjá Klaksvíkar Býráð, segði nøkur orð.

Talan er um eina áhugaverda, litríka, ljósa og lætta, summar- og  søluframsýning, sum hongur uppi allan juli mánaða.


Røðan, sum Signhild V. Johannesen, forkvinnna í Mentanarnevndini, helt:

Fernisering í Gamla Seglhúsinum, Sámal Toftanes.

Her heima standa varðarnir

Har úti brotna garðarnir

Skal heimurin nú broytast

Skulu eg og tú…..

Orð eftir Steintór Rasmussen og sungu Frændir millum annað hendan sangin í 80-unum.

List, litir, lørfit og loynidómar, er nakað sum kemur mær til hugs, nú vit aftur ein vakran dag í juli eru til fernisering á Gamla Seglhúsinum. Eina fernisering fylta av rúmligheit har kantar og litir ikki eru markantir, har ljósið hevur stóran týdning. Ljósið sum er ein av grundarsteinunum til lívið, og rúmligheitin, sum gevur dagligdegnum meira innihald og avbjóðingar. Avbjóðingin liggur í, ikki at verða so avmarkaður, kantutur og kontantur í litum og strikum. Vit fáa loyvi til at droyma okkum burtur í myndum, sum ikki eru so forútbestemtar, men loyva okkum at flóta út og bara blíva, blíva okkurt, sum fellur okkum væl, og sum vit trívast við.

Sámal málar í sartum litum sum kennast avslappandi og væl, hann málar myndir, har vit á ein ella annan hátt kenna okkum aftur í umhvørvinum. Hansara myndir eru bleytar og róligar, tær øsa ikki, tær stongja ikki, men lata upp og geva ein frið í sinni.

Tað sigst um Sámal, at hann er ein stillur og sera lítilátur maður. Á ungun árum fór hann til Havnar í læru hjá pápabeiggjanum Toftanes sum maskinsnikkari. Eftir lidna lærutíð kom Sámal aftur til Leirvíkar, giftist Aimi og eiga tey 3 døtur.

Í Klaksvík hava vit í ár havt vitjan av forvitnsligum listarfólki, spennandi og ymisk. So tað er sera hugaligt at vit í dag lata listaframsýnig nummar 6 upp her á Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Tað er gott at vit bjóða listafólki aðrastaðni í landinum, at sýna fram her hjá okkum; tað knýtur vinarbond, vit læra hvønn annan at kenna, læra at skilja hvønn annan og vónandi fáa okkara listafólk eisini møguleikan og pláss aðrastaðni. Vit hava við slíkum tiltøkum og við útbyggingini av vegakervinum, har vit ferðast aftur og fram dagliga, uttan at geva okkum far um tað, brotið garðar niður og bygt varðar upp, so vit í dag, gott kunnu kalla øll hesi vitjandi listafólkini, okkara listafólk.

Abbi Sámal, Sámal bóndi var ein nógv virdir maður, umframt at vera bóndi, var hann millum annað eisini bygdarráðsformaður og kirkjuverji. Í Kópatáttinum verður yrkt um Sámal bónda:

“Eg eri vanur við endan at standa, hesu megin Klakk”. Kanska nærmasta framtíð fer at bjóða okkum kommunusamanlegging og hvør veit um ein Klaksvíkingur ella Lorvíkingur fer at standa við endan báðu megin Klakk? Livst so spyrts.

Sum eg segði lærdi Sámal til snikkara, hann er hegnigur og hevur smíðað nógv. Men fyri nokk so nógvum árum síðani skifti Sámal hamaran út við pensilin – Hetta var fyri okkum hyggjarum til gleði, sum myndirnr í dag eisini sýna okkum. Vón mín er at tað eisini var til gleði fyri Sámal.

Takk til Jastrid og Símun fyri tykkara góða og innihaldsríka inputt í býin, fyri fyriskipan av hesari og undanfarnu listaframsýningum. Takk fyri at tit hava sett hetta gamla og søguliga húsið í snotuligan stand, tey liggja væl fyri við høvuðsvegin, so vit fáa høvi at støkka inn á gólvið. Vil eisini heilsa tær, Sámal vælkomnan til Klaksvíkar, vóni tú kemur at kenna teg væl her og eisini nýtir høvi til at smakka eitt sindur uppá okkara bý.

Við hesum fáu orðum er listaframsýningin við listamanninum Sámal Toftanes á Gamla Seglhúsinum latin upp.