Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fernisering

Tíðindaskriv

Anker Mortensen

Tað andaliga í málninginum

Framsýning á Listasavni Føroya, 13.5 – 24.7 2016.
Fernisering fríggjadagin 13.5 kl. 16

Fernisering í samband við framsýningina “Tað andaliga í málninginum” hjá Anker Mortensen verður 13. mai kl. 16. Petra Iversen framførir tónleik, Nils Ohrt, savnsstjóri, bjóðar vælkomin, og Guðrið Poulsen, keramikari, setur framsýningina. Savnið bjóðar ábit. Øll eru vælkomin

Um Anker
Anker Mortensen er eitt av týdningarmestu nøvnunum í sínum ættarliði og telist millum tey bestu í føroyskari list. Hansara listabúni er abstraktur og hansara myndir hava ein inntonktan frið og andligan dám í ætt við gomlu ikonmálningarnar.

Føroyar eru tó heilt vist til staðar í listini hjá Anker Mortensen. Fyrst og fremst við støðinum í gamlari føroyskari mentan, soleiðis sum tað sæst í heitunum, sum sipa til støð, fólksliga list, barnarímur og sálmasang. Hóast talan ikki er um myndprýðing, verða hesir føroysku partar og hugløg lyft upp í yvirjarðliga heimin, sum myndirnar mana fram.

Framsýningin á Listasavninum er afturlítandi og fevnir um verk frá 1995 til 2015.