Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fert tú á Frigg – vit fara!

Danial Viðoy

FRIGG: Tað eru nú tveir dagar inn til at norðurlendski Frigg-Festivalurin fer av bakkastokki. Nógv góð nøvn eru á skránni og nógv góð føroysk nøvn. Í Føroyahúsinum í Keypmannahavn verður dúgliga fyrireika. – Tak eina mynd og kom við Norðlýsinum á Frigg.

Norðlýsið, hóast sín lokala samleika, fer eisini á Frigg. Norðlýsið fer at royna at gera eitt sindur burturúr festivalinum. Norðlýsið vil eisini hava fólkið við sær.

Tað eru nógvir føroyingar, sum ætlað sær á Frigg, bæði føroyingar uttanlands og føroyingar, sum búgva heima. Norðlýsið vil gjarna síggja so nógvar gestir sum møguligt.

Tak tí eina mynd av tær og kanska fleiri, sum fara á Frigg og ”hashtagga”, ella bronglastempla #nordfrigg. Fortel kanska eisini hví tú/tit fara á Frigg, ella okkurt heilt annað í sambandi við Frigg-festivalin. Bara hugflogið setur markið!

Skráin hjá Frigg niðanfyri:

Harleyfacadeacryl