Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Feskfiskaprísirnir – ein katastrofa

John William Joensen

Línuskipini og útróðrarbátarnir eru komnir ella koma í stórstu neyð, tí meðalprísurin á feskfiski er fallin úr umleið 14-15 krónum niður um 10 kr. fyri kilo.

Tað er ikki hugaligt hjá reiðarum og fiskimonnum, sum hava línubátar og útróðrarbátar at líta á til livibreyð.

Nú fiskaprisirnir hava verið katastrofalt lágir í langa tíð, eru bæði reiðarar og manningar við at koma í størstu neyð, tí hóast fiskiskapurin hevur verið hampuligur, so eru ongir pengar at forvinna við teim ekstremt lágu fiskaprísunum.

Hýsa sum rud
Mest markant er støðan hjá hýsuni. Nú Kósavirkið, Eiði og virkið í Miðvági hava ligið still, hevur so gott sum ongin keypari verið, sum virkar hýsu í Føroyum, gamaní hevur Fiskavirking og onkur annar gjørt smávegis við hýsu, men hesi trý virkini hava verið teir stóru framleiðararnir av hýsuúrdráttum.

Prísurin á upsa hevur hildið sær á sama lága støði, sum hann hevur verið á í langa tíð.

Hetta eru álvarsligir trupulleikar í hvussu so er fyri samfelagið í Norðoygjum og helst aðrastaðni eisini. Kemur ikki vend í nakað skjótt sær neyvan gott út fyri framman, tí sum er er ilt at fáa eyga á møguleikarnar hjá útróðrarflotanum og línuflotanum at hóðra undan.