Leikalund var nærum fullsett týskvøldið, tá Leikar í lund skipaði fyri norðurlendskari konsert.
Áhoyrarnir fingu bæði norskan vísusang og svenskan tónleik við íblástri frá proggressiva rocktónleikinum frá sjeytiárunum.
Lív Næs og Niels Midjord, Fuglafjørður, sum løgdu fyri við Alf Preusen á føroyskum, vóru væl móttikin á síni fyrstu konsert í Klaksvík. Lív hugtók við síni góðu rødd, stuðla av vælupplagda Niels við hansara kenda gittarspæli. Tey framførdu 6 løg av nýggju fløguni Tú skal eiga morgindagin við teksti hjá Alf Preusen, sum Niels hevur týtt.
Johan Piribauer, Arvidsjaur í Svøríki, sum áður hevur havt konsert í Klaksík, hevði við sær Maud Rombe, kór og rytmuinstrument, og Gabriel Liljenström á fiól. Tey framførdu 10 løg m.a. fløguni Nordland og nýggju fløguni Johan Piribauer og Gruvtolvan.
Teirra fólkaligi rockur var bæði lívligur og glaður, har serstakliga fiólin spældi upp móti rytmiska gittarspælinum.
Alt í alt ein væl eydna konsert við feskum, frískar og sorgblíðum norðurlendskum tónum




