Tað sást eisini leygardagin, tá Kallanes leygarmorgunin, lýsti her á nordlysid.fo um, at teir frá kl. 10 fóru at selja hýsu, tosk, longulivir og annað úti í Klaksvík, tá teir komu aftur av útiróðri.
Nógv fólk møttu upp, og tað gekk bara heilt stutt tíð, til tað, teir høvdu avsett til søluna var selt.
Árni Zachariassen, skipari á Kallanesi sigur, at hann var heilt ovfarin av undirtøkuni.




