Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FEST Í KLAKSVÍK

John William Joensen

Nógv er broytt í Runavík síðan NSÍ spældi fyrsta 1.deildardystin í Klaksvík í 1976.

Hetta var ein sunnudag tann 27. juni 1976 og veðurlíkindini vóru ikki tey bestu.
NSÍ kom á odda í 14. minutti , tá Ingolf Hansen fekk eina langa avlevering og fór einsamallur ígjøgnum verjuna.

Í 19. minutti javnaði Leif Olsen og hann legði KÍ fram um 2-1 lítla løtu seinri.

Í 43. minutti skoriaði Olvheðin Jacobsen til 3-1.
Í seinra hálvleiki hevði KÍ totalt kontrol á dystinum og í 47. minutti skoraði Jákup Mikkelsen til 4-1.

Olvheðin var aftur uppá spæl í 51. minutti og lítla løtu seinri skoraði Jákup Mikkelsen aftur til 6-1.

Men nú kom ferð á – í 75. minutti skoraðar Mikkjal Mikkelsen til 7-1 og í 76. minutti skorar Eiler Jacobsen til 8-1.

Eiler skoraðar til 9-1 í 81. minutti og í 88. minutti skorar Petur Andreasen til endaliga úrslitið 10-1.

Hóast vánaliga úrslitið – hevði NSÌ tveir risa málmøguleikar í seinra hálvleiki – men báðir vóru misnýttir.

Tann nógva niðurflytingin
Kenda útvarpsrøddin, Hilmar Jan Hansen, sum útvarpaði gulldystin hjá NSÍ leygardagin skrivaði einaferð í leikskráini hjá KÍ um eina fótbóltstúr á heysti í 1988.

"Umborð á Ternuni sótu Nemus (hann hevði dømt dystin) og hansara menn við eitt borð, tá einir tveir ella tríggir væl smurdir runavíkingar komu bóltandi fram at borðinum, har dómaramanningin sat.

Væl vitandi av, at niðurflyting ongantíð er hugalig – og slettis ikki hjá monnum við stívari kenning – hevði Nemus mestsum hug at krógva seg.

Men ørindi teirra vóru ikki onnur enn at bjóða dómaranum ein upp í nevið og takka fyri ein góðan dyst, tí "Hatta skat tú ikki vera so keddur av; vit eru so vanir við at flyta niður….""

Ja hetta var tann tíðin – men nú verður meira tosað um hvussu NSÌ fer at standa seg í Evropa – tí nú er NSÌ roknað sum eitt av stórufeløgunum í Føroyum.

Meira um NSÍ í Norðlýsinum fríggjadagin