Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Festivalbúffar enn einaferð

Danial Viðoy

SF: Fyri tíggindi ferð verða festivalbúffar aftur at fáa á Summar Festivalinum. Fyrstu ferð Jógvan Heinesen og manning hansara royndu hetta, var í 2004, tá ið festivalurin var á fyrsta sinni. – Fólk høvdu tá hug at flenna eftir monnunum, sum stóðu á Vágsbøi og seldu búffar. Men nú er eingin festivalur uttan ein festivalbúff frá Grillteam.

SF: Fyri tíggindi ferð verða festivalbúffar aftur at fáa á Summar Festivalinum. Fyrstu ferð Jógvan Heinesen og manning hansara royndu hetta, var í 2004, tá ið festivalurin var á fyrsta sinni. – Fólk høvdu tá hug at flenna eftir monnunum, sum stóðu á Vágsbøi og seldu búffar. Men nú er eingin festivalur uttan ein festivalbúff frá Grillteam.

Nógv er tengt at Summar Festivalinum og tað eru summi ting á hvørjum ári, tú so at siga eigur at royna. M.a. festivalbúffarnir frá Grillteam. Norðlýsið hevur prátað við Jógvan Heinesen og manning um byrjanini og menningina fram til dagin í dag.

Á fyrsta festivalinum í 2004 var Grillteam millum fáu matstøðini á festivalinum. Fyritøkur, matstovur og onnur høvdu ikki væntað nakað serligt av festivalinum og har við úrtøkuni. – Men sum fólk minnast, eydnaðist festivalurin avbera væl. Og so var eisini fyri Grillteam.

Hetta var startskotið til serstøku festivalbúffarnir. Í 2004 gjørdu teir sær ein bás, við nøkrum fáum grillum og ikki var tak útyvir básin. Hetta var ein neyðloysn ella ein lappaloysn.

Tíansbetur kom ikki dropin av himni hendan festivalin og roykurin av vælsmakkandi búffum gjørdi Summar Festivalin fyri Jógvan Heinesen og co. til eina brakandi “succes.”

Nú tíggju ár seinni er virksemi, ið hvussu broytt nakað. Ein vognur er keyptur til tað sama og ger hetta nógv lættari at flyta seg. Nú er Grillteam eisini virkið kring alt landið. Ólavsøkan hevur eisini tikið væl í móti búffunum av Viðareiði.

Byrja at selja búffar í dag

Jógvan Heinesen og grill-manningin gleða seg eisini til hendan tígginda festivalin. Longu klokkan fimm í dag verður møguleiki at keypa sær festivalbúff. – Hetta er líka sum fyri at royna amboðini og gera okkum orduliga klárar til Summar Festivalin 2013, sigur Jógvan Heinesen.

Norðlýsið var á staðnum í gjárkvøldið, tá ið grillvognurin varð gjørdur klárur. Nakrar fáar myndir.