Meðan Summarfestivalurin er hava tey í KFUM&K í Klaksvík eina café. Leygarkvøld á Summarfestivalinum verður ein café í KFUM&K, og bæði kvøldini verður hon frá kl. 22:00 til 02:00. Har er møguligt at støkka inn á gólvið ella terassuna til eina fríløtu við kaffi, køkum og øðrum. Møguliga verður eisini tónleikur spældur har.




