Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Festivaltjald reist í miðbýnum

John William Joensen

Eitt risastórt tjald, sum kann hýsa fleiri enn 3000 fólkum, er nú reist í miðbýnum í Klaksvík. Tjaldið skal brúkast til Summar Festivalin, sum verður hildin um vikuskiftið

Tjaldið er 1.000 fermetrar til støddar, og tað skal brúkast til fleiri av framførslunum á Summar Festivalinum.
Inni í tjaldinum verður Flags-pallurin, og har fara bólkar sum I AM, Eyðun & Terji, Tvey av Kamarinum, The Dreams og Lawetz at spæla fríggjakvøldið og leygarkvøldið.
Tað verður eisini í hesum tjaldi, at festivaldansurin verður eftir konsertirnar fríggjakvøldið og leygarkvøldið, so tað verður nakað heilt serstakt, at fleiri enn 3000 fólk kunnu fara í sama dans.