Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Festivalur fyri fólk við menningartarni

Helgi Abrahamsen

Leygardagin 27. august klokkan 15 skipar Eirargarður fyri tiltakinum Okkara Festivalur.

Talan er um ein tónleikafestival fyri fólk við menningartarni, teirra avvarandi og onnur áhugað.

Tey ið fara at framføra verða Kristina Bærendsen, Emma Vágoy, Elin Løkin og Ælabogin. Eisini verður framførsla av dansi.

Pylsur, vaflur og ymiskt drekkandi verður til keyps.

Kostnaðurin verður 100 krónur fyri vaksin, meðan børn hava ókeypis atgongd.