Kend veddingarsíða ivast ikki í, at FH vinnur heimadystin móti Víkingi mikukvøldið.
FH gevur ein odds uppá 1,16 hjá Bet365 og tað merkir, at ein fær pengarnar heili 10 ferðir aftur við at tippa Víking at vinna. FH er sostatt stórfavorittur, men tó ikki so stórur, sum mong onnur heimalið, sum hava møtt føroyskum liðum í Europa kapping. Dysturin í 2. undanumfari í Íslandi verður mikukvøldið.




