Starvsfólk frá matstovunum Barbara og Áarstovu vóru í vikuni á “field trip” í Sandoyni at kunna seg um rávørur í sambandi við Summarlamb tiltakið á Áarstovu 21 August har føroyskar summarávørur burturav verða nýttar.
Ferðaleiðarar vóru Jensina Bolstad, køn í føroyskari floru og Johan Mortensen sum er við í “think tank” toyminum hjá Áarstovu og Barbaru.




