Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fíggjarætlan og skattaprosent hanga saman

John William Joensen

sigur Hilmar Høgenni, deildarstjóri í Innlendismálaráðnum í samband við at býráðslimur í Klaksvík atkvøddi fyri fíggjarætlanini og ímóti skattaprosentinum

– Tað er til einhvørja tíð samtykta fíggjarætlanin sum ásetur skattaprosentið í eini kommunu og tí má ein seta fram broytingaruppskot til fígguarætlanina um man ynskir annað skattaprosent enn tað sum samtykta fíggjarætlan er útrykk fyri, sigur deildarstjórin í Innlendismálaráðnum, sum tó ikki hevur hug at viðmerkja ítøkiliga til hendingina tá formaðurin í Havnanevndini í Klaksvíkar Býráð atkvøddi fyri fíggjarætlanini og ímóti skattaprosentinum.

Kommunustýrislógin um ásetin av skattaprosenti er regulera í § 40 í kommunustýrislógini, ið er soljóðandi:

§ 40. Tá fíggjarætlanin er endaliga samtykt, verður eisini útskrivingin av kommunuskattinum fyri komandi árið samtykt við fíggjarætlanini sum grundarlag. Samtykta fíggjarætlanin er á sama hátt bindandi fyri kommunalu umsitingina komandi fíggjarárið.

Viðmerkingar til l § 40:
Greinin ásetir tann játtanarliga- og fíggjarliga týdningin av einari samtyktari fíggjarætlan.
Fíggjarliga partinum viðvíkjandi er fíggjarætlanin ein ætlan yvir tær útreiðslur sum – aftaná at inntøkan frá øðrum enn skattaálíkning er drigin frá – skulu fíggjast yvir kommunuskattin. Samtykta fíggjarætlanin fastleggur soleiðis støddina á samlaðu kommunalu skattunum komandi fíggjarár, við tað at skattaálíkningin skal ásetast soleiðis, at ætlaðar útreiðslur kunnu haldast.
Fíggjarætlanin inniheldur eisini tær játtanir, ið kommunustýrið hevur samtykt fyri komandi fíggjarárið og er bindandi fyri kommunalu umsitingina. Hetta lýsir aðalregluna um, at eingin útreiðsla má haldast, fyrr enn neyðug játtan er fingin til vega.

Ber til at atkvøða í tveimum
– Út frá kommunustýrislógini er raðfylgjan røtt tá býráði fyrst hevur eina atkvøðugreiðslu um fíggjarætlanina og síðan ásetur skattaprosenti.

– Men eg dugi ikki at síggja hvussu býráðslimir kunnu atkvøða fyri eini fíggjaætlan og síðani atkvøða ímóti skattaprosentinum???

– Um ein ikki vil góðtaka skattaprosenti so má ein sambært kommunulógini inn at gera broytingar í fíggjarætlanini, tí sum skrivað stendur; ……Samtykta fíggjarætlanin fastleggur soleiðis støddina á samlaðu kommunalu skattunum komandi fíggjarár……

– Fyri at siga tað stutt so er tað fíggjarætlanin sum regulerar skattaprosentið, sigur deildarstjórin í Innlendismálaráðnum, Hilmar Høgenni.

Fíggjarætlanin og skattaprosentið hjá Klaksvíkar Kommunu fyri 2010 var samtykt tí minnilutin í Klaksvíkar Býráð atkvøddi saman við meirilutanum.