Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fíggjarætlanin 2017 endaliga samtykt

Tórbjørn Jacobsen

Býráðið í Runavíkar kommunu samtykti á fundi 27. oktober fíggjarætlanina fyri 2017. Skattaprosentið verður 22%, tað er óbroytt, og barnafrádrátturin verður kr. 5.000,- fyri hvørt barnið. Høvuðstølini eru annars hesi: Inntøkur 183,5 mió. kr. Rakstur 142,5 mió. kr. Fíggjarkostnaður 16,5 mió. kr. Íløgur 39,9 mió. kr.

Tíðindaskriv:

Býráðið í Runavíkar kommunu samtykti á fundi 27. oktober fíggjarætlanina fyri 2017. Skattaprosentið verður 22%, tað er óbroytt, og barnafrádrátturin verður kr. 5.000,- fyri hvørt barnið. Høvuðstølini eru annars hesi: Inntøkur 183,5 mió. kr. Rakstur 142,5 mió. kr. Fíggjarkostnaður 16,5 mió. kr. Íløgur 39,9 mió. kr.

Samsvarandi hesum er neyðugt at læna 15,4 mió. kr. til tess at fíggja hesar íløgurnar, men í fíggjarætlanini er samstundis innroknað ein niðurgjalding av skuld við 10 mió. kr. í 2017.

Raksturin er øktur við góðum 4,5 mió. kr. (3,2%) í mun til 2016. Vøksturin er íkomin av víðkanini á forskúla- og frítíðaransingarøkinum, eldraøkinum (1,2 mió. kr.), lækking av foreldragjaldi til vøggustovur, eykatúri á bussleiðini ímillum Skála og Runavík, lønarhækking, nýggjum starvi og prístalsvøkstri.

Samtyktu íløgurnar fyri 2017 eru hesar:

Hýsing (KT) 0,2 mió. kr.

Søgan um Runavíkar kommunu 0,4 mió. kr

Heilsumiðstøðin 0,5 mió. kr.

Dagrøktin (Doktarahúsini í Heiðunum) 0,7 mió. kr.

Varðin – Skála 0,6 mió. kr.

Glyvra skúli 1,0 mió. kr.

Ungdómshús Runavík-Skála 0,5 mió. kr.

Gøta við Toftavatn 0,1 mió. kr.

Bylgjan – klædningur vestanfyri 0,7 mió. kr.

Stadionskýlið í Runavík 0,5 mió. kr.

Svimjihøll 2,0 mió. kr.

Spælipláss í skúlagarðinum í Funningi 0,3 mió. kr.

Fríøki á Skála 0,5 mió. kr.

Vetrarfriðing, Funningsfjørður 0,6 mió. kr.

Vetrarfriðing, Oyndarfjørður 0,9 mió. kr.

Útstykkingar, – íroknað Lítlatún,

í Kass, Hjallavegur og Hórheiðar 5,5 mió. kr.

Søla av grundstykkjum -3,8 mió. kr.

Keyp av lendi 4,0 mió. kr.

Kirkjugarður á Skála 1,2 mió. kr.

Vatnverk, dagførd krøv 0,6 mió. kr.

Vatn Æðuvík 1,0 mió. kr.

Spillivatn 4,0 mió. kr.

Glyvradalsvegur, asfaltering 1,0 mió. kr.

Gøtuljós 0,6 mió. kr.

Havnarútbygging á Høgabóli 15,0 mió. kr.

Kráargil (lendingin) Rituvík 1,0 mió. kr.

Niðri á Støð á Glyvrum 0,3 mió. kr.

_____________

Íløgur tilsamans í 2017: 39,9 mió. kr.

===========

Soleiðis samtykt einmælt á býráðsfundi 27. oktober 2016

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri,

Runavíkar kommuna.