Í fjør viðgjørdu vit eisini fíggjarkarmar. Sagt varð, at hesir skuldu vera karmarnir fyri fíggjarlógina, ið skuldi koma seinni sama ár. Men tá fíggjarlógaruppskotið kom á heysti var als ikki samsvar millum fíggjarkarmar og fíggjarlógina.
Røða ísv. fíggjarkarmar fyri 2014
Kristina Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi
Hví viðgera vit hesar fíggjarkarmarnar í dag ?
Í fjør viðgjørdu vit eisini fíggjarkarmar. Sagt varð, at hesir skuldu vera karmarnir fyri fíggjarlógina, ið skuldi koma seinni sama ár. Men tá fíggjarlógaruppskotið kom á heysti var als ikki samsvar millum fíggjarkarmar og fíggjarlógina.
Andstøðan vísti tá á, at hetta mátti vera brot á játtanarlóg landsins – tí í § 8, stk. 3 verður ásett, at hvør landsstýrismaðurin ger innanfyri sín tillutaða karm uppskot til fíggjarlóg.
Tí kæru vit málið til Landsstýrismálanevndina í heyst. Enn er onki svar komið frá Landsstýrismálanevndini. Harmiligt, tí um greitt er, at fíggjarlógin ikki skal halda seg innanfyri ásettu fíggjarkarmarnar, so gevur tað onga meining at Løgtingið viðgerð hesar.
Heldur ongar enn misvísandi fíggjarkarmar.
Tilmælið skal tí vera, at Løgtingið gevst við fíggjarkørmum.
Tí fíggjarkarmarnir eru vornir enn ein fíggjalógarviðgerð – bara við uppskotum, ið als ikki vísa seg at verða til veruleika – í fleiri førum. Tykist sum Løgtingið verður nýtt sum “royndar-kanin” fyri at vita um undirtøka er fyri ymsum átøkum hjá Landsstýrinum.
Higartil hava fíggjarkarmarnir ongantíð víst seg at halda. Hvørki fáar mánaðar seinni tá fíggjarlógin verður smíðað – og als ikki tá hugt verður nøkur ár fram.
Bara síðan vit fingu fíggjarkarmarnar fyri seinasta ár eru ógvusligar broytingar gjørdar. So ógvusligar at eg dugi ikki at síggja, hvat vit skulu nýta hesar karmar til.
Hesir luftigu fíggjarkarmarnir, ið innihalda leysligar metingar og tøl, ið ikki skulu haldast eru í besta føri vegleiðandi, í øðrum føri misvísandi. Skapar eisini ómetaliga stóran ótryggleika.
Í fíggjarkørmunum í fjør, varð m.a. fráboðað at samd samgonga vildi hækka pensjónsaldurin við 3 árum eftir fáum árum. Eisini skuldi Hagstova Føroya avtakast (og stovnur nevndur Telja stovnast) og somuleiðis Havstovan avtakast og heldur leggjast undir Fróðskaparsetrið. Alt sleptar ætlanir í dag. Hetta gevur onga meining, og skapar fullkomiliga óneyðugan ótryggleika.
Hvat gera í staðin ? Jú, Landsstýrið eigur í staðin í innanhýsis tilgongd at samtykkja fíggjarkarmar á vári, ið landsstýrisfólkini so virka fyri at fremja ítøkilig átøk og lógarbroytingar fyri at røkka, fram til 1. oktober, tá fíggjarlógaruppskotið og langtíðar fíggjarkarmar – saman við lógaruppskotum – verða løgd fyri Løgtingið.
Tá fæst ein verulig viðgerð av einum lógaruppskotið, ið skal haldast og við veruligum broytingum, ið eru kjølfest í viðløgdum lógaruppskotum.
Eitt er, at ætlanirnar eru “luftigar” – høvdu so tølini í tilfarinum verið eftirfarandi – men tað eru tey ikki. Latið okkum hyggja at tølunum í kørmunum.
Óálítandi karmar
2014 Í fjør varð mett eitt RLÚ á -153. Í dag -235 (82 mió. kr. verri)
Orsøkin skal fyrst og fremst síggjast í stóra trupulleikanum við minkandi inntøkum.
Inntøkumetingarnar fyri 2012 vórðu alt, alt ov høgt settar í fíggjarlógini fyri 2012, í mun til endaliga úrslitið. Omanfyri 200 mió. kr. kom minni inn í veruleikanum.
Hyggja vit at inntøkum + framskrivingum av inntøkum fyri 2014 mett í fíggjarkørmum í fjør: 4.625. Í ár væntast vanligar inntøkur + framskrivingar í 2014: 4.495. Ein minking á 130 mió. kr. !!
Sær út til, at flatskattalættin kom at kosta landinum munandi meira enn landsstýrismaðurin hevur upplýst Løgtinginum.
Í fíggjarkørmunum vísir landsstýrið á, at neyðugt nú er við spariátøkum á heilt upp til 175 mió. kr. – innan fólkaskúlan, heilsuverkið, miðnámsskúlan og forsorg – komandi árini, men hetta er jú fyrst og fremst orsakað av, at landið hevur minkað landsskattin so ógvusliga uttan at seta nakað í staðin. Manglandi inntøkurnar fáa sostatt ovurstórar avleiðingar fyri alt samfelagið.
Ikki í nøkrum øðrum landi vit samanbera okkum við, hevði ein landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sloppið at hildið áfram í sessinum eftir tílíka villleiðing av parlamentinum.
Undirgrava inntøkur landsins
Yvirskipað kann staðfestast, at helst ongantíð áður er førdur ein politikkur, ið so miðvíst undirgravar inntøkur landsins – bæði í dag og í framtíðini.
Tað sum m.a. eigur at fáa alarmklokkurnar at hóast samgongan inntøkuførdi framskundaðar pensjónsskattainntøkur á 213 mió. kr. í 2012, sum ikki vóru í 2011, og hóast landið fekk eina stóra eingangsinntøku vegna sølu av Havsbrún í 2012 – inntøkur, ið ikki vóru í 2011 – so hækkaði hallið í 2012 í mun til 2011.
Hetta sigur ikki so lítið um, hvør veruligi kostnaðurin av flatskattalættanum var.
Hallið í 2012 = Flatskattalættin = -340 mió. kr.
Tíverri hevur ikki borið til at fáa fíggjarmálaráðið at upplýsa veruliga kostnaðin av flatskattalættanum í 2012. Men hyggja vit at landsskattainntøkunum og A-inntøkunum, so fæst svar í ávísan mun – og sera hugverkjandi er tað, at hallið í 2012 var 340 mió. kr., ið er júst sama metta upphædd, ið mett verður at landið hevði fingið meira inn í landsskatti í 2012, um flatskattalættin ikki varð latin.
Varð flatskattalættin ikki latin í 2012 er alt sum bendir á, at yvirskot var á fíggjarlógini í 2012. Sostatt hevur samgongan á ein hátt sjálv skapt hallið, ið m.a. verður brúkt til at skerja grundleggjandi partar av okkara samfelag og koma nærri “minimalstatinum”, ið serliga Fólkaflokkurin ynskir sær.
Men hetta stendur ikki einsamalt, tí samstundis hevur samgongan:
– Undirgravað framtíðar pensjónsskattainntøkur – koma at mangla so hvørt lutfalsliga munandi fleiri pensjónistar vera.
– Tikið allar framtíðar pensjónsskattainntøkur frá kommununum
– Innført eina 100% flatskattaskipan innan pensjón og hækkað skattin munandi, soleiðis at lágløntir pensjónistar verða munandi verri stillaðir.
– Hartil er fíggjarligi fyrimunurin at spara upp til pensjón nú heilt burtur, og tí innførir landsstýrið nú tvungna uppsparing – hetta vil knúsa alt álit á føroysku pensjónsskipanina. Óhóskandi og ófrættakent.
Flatskattalættin hevur ikki skapt vøkstur
Hartil kemur, at – sum væntað – hevur henda undirgravanin av inntøkum landsins heldur ikki skapt nakran veruligan vøkstur. Hugsið tykkum hvat 300 mió. kr. kundu skapt av vøkstri, um hesar vórðu nýttar rætt ella um skattalættin varð latin so hesin eisini kom lág- og miðalløntum til góðar? Ella hvat kundu vit gjørt, um tað um ikki annað var verulig fígging aftanfyri flatskattalættan – heldur enn eitt ovurstórt gap millum mistu landsskattainntøkurnar og framskundaðu pensjónsskattainntøkurnar – ið fólkaskúli, miðnámsskúli, almannaøkið o.o. nú skulu rinda fyri við stórum skerjingum ?
Samgongan trýr ikki egnum politikki
Syrgiligt er hartil, at sjálvt samgongan tykist ikki at trúgva sínum egna politikki.
Vanligu inntøkurnar væntast enntá at minka í 2014 í mun til 2013. Tí verða “inntøkuátøk framd afturat” . Útreiðslurnar hava ikki ein gang lønarvøkstur og prísvøkstur íroknaðan komandi árini. Bert í 2014 fyri ávís øki.
Hetta bæði má og skal gerast betur – tykist sum eitt bókhald við framskrivingum, uttan visjónum ella yvirskipaðum framtíðarætlanum.
Hvat skal so gerast fyri at venda afturgongd til framgongd – fólkaminking til fólkavøkstur?
1) Setið eitt mál fyri landið alt, ið kann skapa eitt betri og ríkari samfelag
Málið eigur heldur at vera stórt og bjart. Hevði hetta verið einar sjálvstøðugar Føroyar, hevði hetta sett treytir og givið møguleikar, ið gjørdi at okkara samfelag hevði fingið munandi framgongd.
Men síðan mest sambandssinnaða samgonga nakrantíð er veruleiki. Latið okkum um ikki annað fáa sett eitt bjart fíggjarligt mál.
Føroyar framleiða umleið 20% minni pr. íbúgva í mun til grannalondini. Vit skapa tí minni fíggjarligt avkast til eitt nú vælferðartænastur.
Latið okkum seta okkum sum mál at fáa BTÚ pr. íbúgva á hædd við grannalond okkara. Ein hækking á 20%. Tá hetta mál er rokkið, skulu vit yvirhála grannalondini við 20% (um ongin olja, helst Noreg undantikið). Ein øking á 20% vildið merkt, at BTÚ í 2013 ikki var 14,4 mia. kr. í 2013, men 17,3 mia. kr.
Tá vildu inntøkurnar hjá landinum sannlíkt hækkað samsvarandi, yvirskot kundi verið og samfelagið kundi eisini lættliga gjørst leyst av donsku ríkisveitingini.
Hvat skal til ?
1. Fullgóð gagnnýtsla av hvørjari krónu. Tað almenna kann gerast effektivari. Nýskipanir innan skúla, heilsuverk og almannaverk kunnu tryggja, at vit fáa enn betri tænastur og veitingar við verandi játtan. Men tað krevjast veruligar nýskipanir, og fremja vit ikki hesar nú, so verður tað ikki tá verulig ferð er komin aftur á búskapin. Tað hevur søgan lært okkum.
2. Munandi uppraðfesting av útvaldum økjum, fyri at stuðula undir settum málum. T.d. hægri útbúgving og mentanarøkið.
3. Málrættaður vinnupolitikkur – t.d. innan avleiddar maritimar vinnur, KT, ferðavinnu, skapandi vinnur og útbúgvingarvinnu. Allur annar politikkur, eitt nú útbúgvingarpolitikkurin skal stuðla undir hesum, so privati geirin gerst fjøltáttaður og skapar fleiri størv.
4. Fiskivinnan má og skal skapa munandi størri virði og gerast meira effektiv – eins og alivinnan.
Síggi tíverri onga yvirskipaða ætlan í fíggjarkørmunum. Las nakað um, at roynast skal at sleppa undan dupultfunktiónum í heilsuverki og at effektivisera fólkaskúlan, men hyggur tú nærri at tølunum er greitt, at henda samgongan nærum onki ætlar at gera. Tær størri umskipanirnar innan heilsuverk og skúla er ætlanin at komandi samgongur skulu fremja. Tí val er longu í 2015.
2) Skapið tryggleika. Búskapurin er fólkið.
Um fólkið ikki kennir seg trygt, so minkar áltið á framtíðina, minkar nýtslan, minkar búskapurin, minka størvini, inntøkurnar og afturgongd verður. Hetta skal vendast.
Privata nýtslan stendur fyri yvir helvtini av samlaðu nýtsluni í samfelagnum, og privata nýtslan er søguliga lág. Nýtslukvotan er bert 86,5% í 2013 sambært Landsbankanum.
Verður tryggleikaskapandi politikkur framdur, økist nýtslan, vaksa inntøkurnar og yvirskot er. Landið kann lættliga fáa 2-300 mió. kr. eyka í avleiddum inntøkum frá øktum MVG og skattum – og harvið yvirskot – um nýtslukvotan fer upp á 92-95% aftur.
Vit hava tí ovurstóran tørv á álitisvekjandi politikki.
Fíggjarkarmarnir í fjør og aftur í ár leggja tíverri upp til tað øvugta.
Tí vit hava ikki tørv á fastfrysting av almennum útreiðslum í nógv ár.
Tað leggja hesir fíggjarkarmar upp til – uttan at veruligar nýskipanir verða framdar. Hetta merkir minking av størvum, og onga lønarvøkstur. Skapar ótryggleika.
Vit hava ikki tørv á, at leggja enn størri byrðar á vanliga húsarhaldið sum longu er sera hart spent fíggjarliga. Tað leggja hesir fíggjarkarmar upp til. Lækkar rentustuðulin.
Vit hava ikki tørv á, at gera tað enn truplari fyri tey, ið liva í útjaðaranum. Tað leggja hesir fíggjarkarmar upp til. Hækka ferðaseðlakostnað við SSL við 10%.
Vit hava ikki tørv á tilvildarligum átøkum, ið tykjast úrslit av tilvildarligum politiskum handlum, og harvið ætlanir, ið ikki hanga saman og ikki skapa tað, ið tørvur er á.
Tað leggja hesir fíggjarkamar upp til. Eitt nú við at oyðileggja pensjónsøkið í Føroyum, og skapa enn størri ótryggleika. Eisini við áhaldandi at tosa um tørv á fólkavøkstri, men ongin munandi uppraðfesting av Fróðskaparsetrinum og skerjing av lestrarstuðulsmøguleikum. Hartil ongin uppraðfesting av barsilsskipan ella átøk at lækka kostnaðarstøðið. Her hongur ikki saman !
Andstøðan og alternativ fíggjarlóg vísa á aðra og nýggja leið
Neyðugt er tí við munandi broyttum búskaparpolitikki skjótast møguligt.
Vit í Tjóðveldi og andstøðuni allari eru komin við okkara boðum uppá ein broyttan búskaparpolitikk í alternativa fíggjalógaruppskotinum, og fara eisini í samband við fíggjarkarmarnar fyri 2014 og komandi árini at koma við ítøkiligum boðum uppá eina aðra og nýggja leið fyri Føroyar.
Hugaligt at síggja, at tilmælini frá nýggja Búskaparráðnum samsvara sera væl við ta leið, ið vit eru á. Eftir stendur spurningurin, nær samgongan vaknar og broytir politikk.
Um Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin ikki vilja, so kunnu Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin skapa broyting – um viljin er til staðar.
Miðflokkaumboðið í fíggjarnevndini kann – saman við umboðunum frá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum – gerast meirilutin í fíggjarnevndini. Og saman við Sjálvstýrisflokkinum hava vit meiriluta á Løgtingi.
So møguleikar og ljós eru fyri framman. Ikki minst tí Føroyar og føroyingar eru millum heimsins ríkastu lond og fólk. Ovurstórt náttúruríkidømi. Ríka vitan. Landafrøðiliga millum heimsins sterkastu tjóðir. Og vit eru ein lítil tjóð, ið skjótt kann tillaga seg til broyttar fyritreytir. Ein avgerandi eginleiki um ein tjóð skal menna seg í alheiminum í dag.
Vit hava sostatt alt sum skal til fyri at gerst eitt enn ríkari og sterkari samfelag – og vit fara at røkka hesum, treytað av, at vit fáa øll við.
Nakað, ið núverandi samgonga ger alt fyri at fara burtur frá.
Vit skulu á eina heilt aðra og nýggja leið fyri Føroyar.
Kristina Háfoss, fíggjarpolitiskt framsøgufólk og løgtingskvinna fyri Tjóðveldi




