Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fíggjarleiðari til Strandfaraskip Landsins

LÝSING

Strandfaraskip Landsins (SSL) sóknast eftir fíggjarleiðara at byrja 1.september 2016.


Starvið

Fíggjarleiðarin hevur ábyrgdina av og skipar fyri fíggjarstýringini og roknskaparhaldinum á SSL. Fíggjarleiðarin er partur av leiðslubólkinum og vísir beinleiðis til stjóran.


Umsøkjarin

Tú hevur útbúgving og royndir innan fyri fíggjarstýring og roknskap. Royndir við Navision, Búskaparskipan Landsins og kunningartøkni eru ein fyrimunur. Vit vænta, at tú hevur góð leiðslu- og samstarvsevni og royndir í verkætlanarleiðslu. Tú dugir at greina torgreið viðurskifti og arbeiðir málrættað. Eisini megnar tú at orða teg væl munnliga og skrivliga á føroyskum, norðurlendskum og enskum.


Treytir

Starvið er avbjóðandi við góðum møguleikum fyri persónligari og fakligari menning. Fíggjarleiðarin hevur stóra ávirkan á egin viðurskifti og menningina av SSL.

Starvið er lønt eftir sáttmála við BLF ella í avvarðandi yrkisfelag. Eftirlønarskipan fylgir við starvinum.

Umsóknir

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Hilmar Eliasen, stjóra á telefon 34 30 00 ella við at skriva teldupost til he@ssl.fo. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Skrivligar umsóknir skulu vera SSL í hendi í seinasta lagi mánadagin 25. juli 2016 kl. 12:00. Setanarsamrøður vera mikudagin 27. juli 2016. Umsóknirnar skulu sendast við teldupost til eyj@ssl.fo ella til:

Strandfaraskip Landsins

Stílað: Eyðhild Jacobsen

Sjógøta 5

Postboks 30

FO-810 Tvøroyri


Strandfaraskip Landsins (SSL) eru landsfyritøka undir Samferðsluráðnum, hvørs endamál er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. Fyritøkan umsitur 28 farleiðir: 22 Bygdaleiðir og 6 Oyggjaleiðir. Samlaða talið av ferðafólkum við SSL í 2015 var 1.095.906: 524.292 túsund við bussunum og 571.614 túsund við ferjunum. Talið av flutningsanleggum er 40 bussar, 7 ferjur og farmaflutningsútbúnaður. Starvsfólkini eru á leið 160 í tali, svarandi til 120 ársverk.