Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fíggjarleiðari til Sunda kommunu

Sunda kommuna

Sunda kommuna søkir eftir fíggjarleiðara at byrja 1. januar 2018 ella eftir nærri avtalu. Starvið fevnir í høvuðsheitum um at vara av fíggjarligu, fakligu og fyrisitingarligu stýringini í Sunda kommunu.

Starvið sum fíggjarleiðari
Fíggjarleiðarin er ráðgevi hjá borgarstjóranum og býráðnum, starvið er bygnaðarliga skipað sum partur av ovastu umsitingarligu leiðslu undir borgarstjóranum.

Høvuðsuppgávurnar eru at:

  • vera skrivari til fundir hjá býráðnum og fíggjarnevndini.
  • fyrireika býráðs- og fíggjarnevndar fundir.
  • fylgja upp, at mál sum eru samtykt av býráðnum verða sett í verk.
  • hava eftirlit við fíggjarligum viðurskiftum og fylgja upp bæði viðvíkjandi rakstri og byggiverkætlanum.
  • gera fíggjarligar greiningar, hagtøl v.m. sum grundarlag fyri fíggjarstýring.
  • tryggja, at fyrisitingin kann veita politisku skipanini professionella og fakliga ráðgeving.
  • tryggja dagligu arbeiðsgongdirnar í fyrisitingini.
  • umboða kommununa í starvsbólkinum hjá kommunufelagnum.
  • vegleiða og ráðgeva í sambandi við starvsfólkamál.
  • tryggja eitt gott samskifti við borgarar, vinnulív og viðskiftafólk.


Útbúgving og royndir
Vit vænta at tú:

  • Hevur viðkomandi útbúgving.
  • Dugir væl at samskifta og málbera teg á føroyskum bæði í skrift og talu.
  • Leiðsluroyndir umframt royndir við fíggjarstýring í almennari umsiting verða mettar sum fyrimunir í samlaðu metingini.


Persónligir eginleikar
Vit vænta av tær, at tú hevur fylgjandi eginleikar:

  • Ert fleksibul og hevur góð samstarvsevni.
  • Ert framsíggin, ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og kanst arbeiða sjálvstøðugt.
  • Ert før/-ur fyri at ganga á odda, taka avgerðir og leggja øðrum lag á, bæði í góðum, og tá ið á stendur.
  • Ert siðilig/ur og vísir øðrum álit og virðing.


Setanarviðurskifti

Starvið sum fíggjarleiðari verður lønt sambært sáttmála millum KAF og BLF, AKF ella starvsmannafelagið. Fíggjarleiðarin vísir beinleiðis til borgarstjóran. Dagliga arbeiðsplássið er á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka.

Áhugaðir umsøkjarar, ið ynskja at vita meira um starvið, eru vælkomnir at venda sær til Heðin Zachariasen, borgarstjóra á tlf. 212182 ella skriva teldupost til hedin@sunda.fo.

Starvið verður sett av býráðnum, eftir tilmæli frá fíggjarnevndini.

Umsókn
Skrivligar umsóknir skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi týsdagin 7. november 2017 kl. 12:00. Setanarsamrøður verða væntandi í viku 46.

Umsóknir skulu sendast til:

sunda@sunda.fo

ella við posti til:

Sunda kommunu
Oyrarbakkavegur 3
FO-400 Oyrarbakki

Merkið umsóknina fíggjarleiðari

Kommunan tilskilar sær rætt til at lýsa starvið leyst av nýggjum, um ikki nóg nógvir ella skikkaðir umsøkjarar eru til starvið.


Sunda kommuna
Sunda kommuna er ein kommuna í framgongd. Fíggjarætlanin fyri 2018 javnvigar við umleið 90 mió. kr. Kommunan hevur umleið 50 rakstrarstøð, ið m.a. fevna um fyrisiting, trivnaðarøkið, eldraøkið, dagstovnatilboð, tekniskaøkið og havnir. Eldra økið VEKS og barnaverndartænastan í VEKS eru skipað í samstarvi við Vestmanna-, Kvívíkar- og Eiðis- kommunur. Sunda kommuna hevur umleið 95 fólk í starvi, og arbeiða hesi á ymiskum stovnum hjá kommununi. Býráðið er mannað av 11 býráðslimum. Politiska arbeiðið er skipað í trimum nevndum. Hesar nevndir eru fíggjarnevnd, tekniska nevnd og trivnaðar nevnd. Fyrisitingin hjá Sunda kommunu er á Oyrarbakka. 11 fólk eru í starvi, harav 3 eru í barnaverndartænastuni hjá VEKS.


Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo