Ein av høvuðsorsøkunum fyri, at bara 19 leikarar eru í landsliðshópinum, sum fer til Rumenia í morgin er, at tað skal hanga saman fíggjarliga. Tað sigur Virgar Hvidbro m.a. í svari til Norðlýsið uppá, hví føroyska landsliðið bara hevur 19 landsliðsleikarar til landsdystin hesaferð.
Fyrst vóru 21 leikarar úttiknir í A-landsliðshópin hjá Lars Olsen, sum sunnudagin skal spæla í Rumenia. Men so komu fýra avboð, men bara tveir leikarar komu ístaðin. Tað ger, at endaligi hópurin telur 19 leikarar. Tað er væl minni enn tað vanliga er, tá EM undankappingardystir eru, sum eisini kann lesast her.
Les eisini: Bara 19 leikarar til Rumenia
Tað fíggjarliga telur
Virgar Hvidbro er aðalskrivari hjá FSF og hann sigur, at tað eru ymisk atlit sum skulu takast til, tá talið av landsliðsleikarum verður úttikið.
– Tað verður altíð roynt at hava talið av leikarum, soleiðis at tað kann forsvarast bæði ítróttarliga og fíggjarliga. Venjarin úttekur liðið, og hevur tað tey seinnu árini ligið millum 19 og 23 leikarar. FSF hevur eitt avmarkað ”budget”, og vit hava fyri tað mesta so avmarkað tal av fólki við innan øll øki, og er tað sum oftast minni enn mótstøðuliðini hava, sigur hann.
A-landsliðið hevur ongan yvirskipaðan politikk fyri, hvussu nógvir landsliðsleikarar skulu takast út.
– Nei, tað er eingin yvrskipaður politikkur. Úttøkan skal sjálvandi verða soleiðis, at liðið fær vant upp til dystin, men á dystardegnum koma sum nú er ongantíð meira enn 14 leikarar á vøllin, sigur Virgar Hvidbro.
Landsliðspengarnir onga ávirkan
Fleiri feløg, sum halda seg hava møguleikar at fáa leikara nummar 20 og 21 á liðið, eru helst ”ivrig” eftir at fáa fleiri leikarar á landsliðið, tí sum kunnugt gevur hvør leikari minst 35.000 krónur fyri hvønn landsdyst, hann er á dómaraseðlanum, sum kann telja 23 leikarar. Fyrr í dag skrivaðu vit, at ein leikari kostar áleið 30.000 kr. í útreiðslum fyri 8 dagar, sum hesin túrurin er. Men Virgar heldur ikki, at FSF skal taka atlit til, at pengarnir koma aftur til føroyskan fótbólt.
– Sum tú ert inni á, so kostar tað fitt av peningi at dríva landsliðið. M.a til løn, ferðing, uppihald, v.m. Um ein leikari skal á landsliðið við endamálinum at fáa pengarnir til Føroyar, sum FSF so leggur út fyri, hvør skal leikarin so verða?, spyr Virgar Hvidbro.
Landsdysturin millum Rumenia og Føroyar verður sunnudagin kl. 17.00.




