Landsstýriskvinnan í Heilsumálum, legði stóran dent á at avgerðin hjá henni at niðurleggja føðideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsið, var gjørt eftir tilmæli frá fákkunnleikanum og í samstarvið við leiðsluna á Suðuroyar Sjúkrahúsið, men skjala innlit sum Norðlýsið hevur fingið vísir at tilmæli og avgerðin byggir á fíggjarlig atlit.

Í skrivið frá stjóranum á Suðuroyar Sjúkrahúsið, tann 13/4 2015 skrivar Ronnie Midjord, eitt bræv har hann lýsir støðuna á Sjúkrahúsinum, og ger greitt at trongu fíggjarkarmarnir hjá Suðuroyar Sjúkrahúsið gera at tilbúgvingin er ikki á sama støði sum áður og tí ikki er fakliga ráðiligt at halda fram at hava føðingar á Suðuroyar Sjúkrahúsið:
…. Sjúkrahúsið var tá altíð mannað við minst tveimum kirurgiskum yvirlæknum í senn, ið høvdu tað gomlu útbúgvingina og tóku sær eisini av føðingunum.
… Í SAMBAND VIÐ TRENGRI FÍGGJARKARMAR hevur leiðslan, fyri at kunna halda seg innanfyri karmarnar, einans havt ein skurðlækna til arbeiðis í senn……
… út frá áðurnevndu viðurskifum hevur leiðslan, saman við ljósmøðrunum, eftirmett støðuna og vilja vit mæla til, at allar føðingar framyvir verða framdar á Landssjúkrahúsinum…
2011 til 2015 íløgur í Sjúkrahúsverkið
Klaksvíkar Sjúkrahús ………… 19,2 mió. kr.
Suðuroyar Sjúkrahús…………. 4,4 mió. kr.
Landssjúkrahúsið……………… 103.841 mió. kr.
2011 til 2015 Rakstur av Sjúkrahúsverkinum
Klaksvíkar Sjúkrahús ………… 316,6 mió. kr.
Suðuroyar Sjúkrahús…………. 267,2 mió. kr.
Landssjúkrahúsið……………… 2 mia. kr.
LØGUR: Søgulig tøl: Ár 2000- 2010
Landssjúkrahúsið 631,2 mió.
Klaksvíkar Sjúkrahús 5,8 mió.
Suðuroyar Sjúkrahús 5,9 mió.
Rakstrarjáttan
Suðuroyar Sjúkrahús 36,137 (2004) 57,57 (2016)
Landssjúkrahúsið 277,42 (2004) 594,36 (2016)
MEIRA UM MÁLIÐ SEINRI