Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fíggjarligir masochistar?

Oliver Joensen

Hetta var ein av spurningunum, Hóraldur Joensen setti á Klaksvíkar Bókasavni mikukvøldið

Við hópin av áhugaverdur taldømum setti Hóraldur Joensen einkul roknidømi upp um hvussu lítið føroyingar gagnnýta tilfeingið úr havinum.
Til dømis úr livrini, skræðuni, rognum, fiskablóði, garnarum, o.m.m.

Dømi:
Í 2005 viddu vit umleið 108.000 tons av botnfiski. Av hesum kundi verið ein livurúrtøka á o.u. 7% ella 7600 tons/ár.
Úr hesum kundi verið vunnið 4000 tons av lýsi
Lýsi í fløskum Dkr 150–300 /kg, sum kundi givið Dkr 600–1200 milliónir /ár.
Ella um hetta var gjørt til lýsiperlur av bíligum slag Dkr 0,5 /g; so kundi hetta givið Dkr 2 milliardir /ár.

Tá er ikki tikið við tað gagnliga árinið hesar omega-3 fitisýrunar hava á t.d. nervaskipan, immunskipan, heilavirkni, sjón, húð, liðir, krabbasjúkur, sukursjúku, tunglyndi o.m.m.

Men vit blaka heldur livrina út.
Hóraldur vísti á fleiri líknandi dømi.

Eitt miðvíst granskingar- og søluaarbeiði vantar, saman við einum politiskum vilja um, at so skal verða, helt Hóraldur fyri.

At enda setti Hóraldur Joensen spurnartekin við:
Vilja føroyingar granska? Sær ikki soleiðis út!
Vilja føroyingar virðisøkja veiðu? Sær ikki soleiðis út!
Vilja føroyingar arbeiða móti størri vinningi? Sær ikki soleiðis út!
Eru føroyingar vit kaos-elskandi, sjálvdestruktivir fíggjarligir masochistar? Sær soleiðis út!