Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fíggjarligt Støðufesti tapti sakarmálið móti fyrrverandi leiðsluni í Amagerbankanum

John William Joensen

Fíggjarligt Støðufesti, sum eisini hevur lagt sak móti fyrrverandi leiðsluni í gamla EIK banka, tapti sakarmálið ímóti Amagerbanken, sum eins og gamli EIK fór á heysin í fíggjarkreppuni.

Fíggjarligt Støðufesti, sum eisini hevur lagt sak móti fyrrverandi leiðsluni í gamla EIK banka, tapti sakarmálið ímóti Amagerbanken, sum eins og gamli EIK fór á heysin í fíggjarkreppuni.

Fíggjarligt Støðufesti hevði annars stevnt leiðsluni eftir 900 mió. kr.

Hetta vísir hvussu trupult tað er at prógva at avgerðir sum ein bankaleiðsla tekur, hava verið beinleiðis orsøk til at bankin missir pengar, sigur danskur viðmerkjari við DR.

Men dómarin kritiserar bankaleiðsluni fyri at hava loyvt kundunum at fara út um kredit mørkini uttan at hetta fekk fylgir.

Men samstundis staðfesti dómarin at bankaleiðslan hevði gjørt eitt gott og grundit arbeiði tá mett var um kredittvirði á stóru kundunum, sum endaðu við at koyra bankan á húsa gang,