Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fíggjarlóg 16: Avlop og lætti til lág- og miðallønt

Danial Viðoy

Næsta ár verður avlop fyri fyrstu ferð í átta ár á fíggjarlógini. Fyri at røkka hesum verða fleiri átøk framd bæði á rakstrar-, íløgu- og inntøkusíðuni. Eisini verður ein munandi skattalætti til lág- og miðallønt latin frá 1. januar 2016. Tað er greitt, nú landsstýrið fyrrapartin hevur lagt fram sínar politisku raðfestingar og broytingaruppskot til fíggjarlógina næsta ár.

Næsta ár verður avlop fyri fyrstu ferð í átta ár á fíggjarlógini. Fyri at røkka hesum verða fleiri átøk framd bæði á rakstrar-, íløgu- og inntøkusíðuni. Eisini verður ein munandi skattalætti til lág- og miðallønt latin frá 1. januar 2016. Tað er greitt, nú landsstýrið fyrrapartin hevur lagt fram sínar politisku raðfestingar og broytingaruppskot til fíggjarlógina næsta ár, skrivar Løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi til miðlarnar.

Víðari stendur skrivað:

-Vit lovaðu einar samhaldfastari, sjálvbjargnari og frælsari Føroyar. Hetta fremja vit nú í verki. Eg eri fegin um, at tað er eydnast at venda halli til avlop, samstundis sum vit gera íløgur í ungdómin og framtíðina, menna vælferðarsamfelagið, og fremja eitt javnari býti av landsins virðum. Tað er eisini at gleðast um, at vit fara at heimtaka ábyrgdina av fleiri málsøkjum, at vøksturin í ríkisveitingini er steðgaður, og at Landsbankin verður endurstovnaður, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, fegnast um, at okkara stóra ríkidømi verður nú býtt javnari.

-Flakakvinnan, námsfrøðingur og sjúkrarøktarfrøðingurin og onnur lág- og miðallønt verða millum tey, sum fáa størri fíggjarligt rásarúm. Eg eri eisini fegin um, at bæði pensjónistar og familjur í fátækraváða verða lyft. Samstundis sum vit hava givið teimum veikastu bólkunum meira, hava vit vent undirskotinum, ið hevur verið síðani 2008, til yvirskot, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður

Landsstýrið hevur í dag latið Løgtingsins fíggjarnevnd broytingaruppskotini at viðgera, endar Løgmansskrivstovan tíðindaskrivið.

LES EISINI: FISKIVINNAN OG ALIVINNAN SKULU BJARGA ALMENNA BÚSKAPINUM

Harleywoodpaint