Ein polittisk semja, sum varð gjørd í seinastu løtu, har Klaksvíkar Sjúkráhús og Suðuroyar Sjúkrahús skuldu fáa ávikavist 2 milliónir og 1 millión burturav eini meirjáttan til landssjúkrahúsið, sæst ikki aftur í
fíggjarlógaruppskotinum.
Vit vendu okkum til Jákup Mikkelsen, løgtingslim og spurdu hann um orsøkina.
Eg gangi út frá, at talan er um eitt tekniskt óhapp, tí havi eg vent mær til formannin í fíggjarnevndini og gjørt hann varðugan við hetta og hevur hann lovað at peningurin skal koma upp á pláss aftur undir viðgerðini í fíggjarnevndini. Harafturat er ætlanin at Klaksvíkar Sjúkrahús skal fáa nakrar milliónir í samband við sjúklingaviðgerðir, ið annars høvdu verið gjørdar uttanlands.
Eisini saknar Jákup Mikkelsen onnur ting á fíggjarlógaruppskotinum og sum hann eisini hevur gjørt Óla Breckmann varðugan við, nevniliga pening til Oyravegin, pening til forkanningar til vegastrekkið og tunnilsgerðir til vegin til Viðareiðis, frá Strond til Hvannasunds og frá Hvannasundi og inn í dalar.




