Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fíggjarlógin 2010 ørkymlar

John William Joensen

sigur umsjónarmaðurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Heri Ellingsgaard

– Okkara partur á fíggjarlógini fyri 2010 er á sama støði sum í 2009 pluss eina lítla framskriving av lønarútreiðslum og eg veit longu nú at tað er ov lítið til at endarnir koma at røkka saman. 

– Harafturat er einki pláss fyri øktum rakstrarútreiðslum og hetta hóast at sjúkrahúsið hevur havt fleiri innleggingar og fleiri kanningar síðan Norðoyatunnilin lat upp. 

– Kostnaðurin í samband við keyp av heilivági og skurðviðgerðum hækkar, men sambært uppskotinum hjá landsstýrinum er ikki pláss fyri hesum.

Heri Ellingsgaard sigur at hann er sera ørkymlaður av tølunum, sum eru avsett á fíggjarlógini fyri 2010 og skal játtanin halda verður neyðugt við stórum sparingum.