Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fíggjarmálaráði avgerð framtíðina hjá Tórbjørn

John William Joensen

segði Føroya Løgmaður í tinginum fyri løtu síðan – tí so leingi sum fíggjarmálaráði ikki hevur vent tumlarnar niðureftir – so hevur Landskassin ikki mist pening uppá Kongshavnar Útgerðarfelag.

– So skjótt sum tað er staðfest – so hava vit eina nýggja støðu – segði løgmaður sum svaraði fyrispurningi hjá Jacob Vestergaard.


Niðanfyri endurgeva vit svarið hjá løgmanni og fyri spurningin hjá Jacob Vestergaard:

Løgtingsmál nr. S-66/2007: Viðvíkjandi viðurskiftunum kring landsstýrismannin í fiski- og tilfeingismálum, Tórbjørn Jacobsen

Fyrispurningurin var soljóðandi:

1. Metir løgmaður, at landsstýrismaðurin í fiski- og tilfeingismálum, Tórbjørn Jacobsen, hevur hildið ásetingarnar í § 1, stk. 2 í Kapitalvinningsskattalógini og § 37a, nr. 2 í Skattalógini, tá hann sum stjóri og partaeigari í familjufyritøkuni P/F Kongshavnar Útgerðarfelag seldi partabrøv í P/F Atlantskolvetni úr P/F Kongshavnar Útgerðarfelag til sín sjálvan.

2. Metir løgmaður, at tað er sannlíkt, at Tórbjørn Jacobsen ikki kendi til prospektið viðvíkjandi P/F Atlantskolvetni, sum var undirskrivað 7. oktober 2004, tá hann 4. november 2004 seldi sær sjálvum partabrøvini í P/F Atlantskolvetni fyri áljóðandi.

3. Hevur løgmaður kannað um partabrøvini í P/F Atlantskolvetni eru goldin P/F Kongshavnar Útgerðarfelag við reiðum peningi ella á annan hátt, og um ikki, ætlar løgmaður so ikki at kanna, hvussu goldið var fyri partabrøvini.

4. Metir løgmaður, at Jógvan Amonsson er gegnigur at vera partur av kanningarbólkinum hjá løgmanni, tá sami Jógvan Amonsson hevði ein týðandi leiklut sum ríkisgóðkendur grannskoðari, tá prospektið viðvíkjandi P/F Atlantskolvetni var undirskrivað.

5. Metir løgmaður, at Tórbjørn Jacobsen er gegnigur at umsita fiski- og tilfeingismál, tá P/F Kongshavnar Útgerðarfelag, sum Tórbjørn Jacobsen er partaeigari í, eigur týðandi ognir í P/F Dagsbrún, sum er ein av høvuðsaktørunum í tilfeingisvinnuni, umframt at hann privat eigur partabrøv í P/F Atlantskolvetni.

6. Metir løgmaður ongan gegnistrupulleika vera í, at landsstýrið, sum Tórbjørn Jacobsen er partur av, viðger umsókn frá P/F Kongshavnar Útgerðarfelag um at sleppa undan at gjalda landskassaskuld á góðar 41 milliónir krónur.

7. Metir løgmaður, at tað er rætt, bæði fyri rættarkensluna hjá føroyingum og álitið á politisku skipanina, at Tórbjørn Jacobsen, hvørs privata felag, P/F Kongshavnar Útgerðarfelag, sum hann hevur myndað, skyldar landskassanum fleiri enn 41 milliónir krónur, kann sita sum landsstýrismaður í landsins stjórn.

————————

Svar:

Fyrst av øllum havi eg hug at viðmerkja, at tað, sum løgmaður og landsstýrismenn svara fyri í tinginum mótvegis tinglimum, sum spyrja, er vegna starv sítt sum løgmaður ella landsstýrismenn.

Privat viðurskifti hjá løgmanni og landsstýrismonnum er ongin upplýsingarskylda um. Her galda júst somu reglur, sum fyri privatfólk annars í samfelagnum, tað er., at upplýsingarnir kunnu bert fáast frá almennum myndugleikum, hevst rættarkrav uppá tað eftir lógini um alment innlit.

Fyrispurningurin snýr seg ikki bara um viðurskifti hjá Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismanni, men mest um viðurskiftini hjá Tórbjørn Jacobsen, privatmanni. Í spurningunum um privatmannin Torbjørn Jacobsen havi eg, sum løgmaður, tí ikki aðrar kanalir at upplýsa málið enn spyrjarin sjálvur, nevniliga við at spyrja Torbjørn Jacobsen og skattavaldið teir settu spurningarnar. Ikki fer at bera til hjá mær at gera løgfrøðiligu metingar av málinum. Tað mugu teir røttu almennu myndugleikarnir gera.

Um Tórbjørn Jacobsen við støði í teim nevndu viðurskiftum kann sita sum landsstýrismaður, er ein politisk heildarmeting og ikki ein rættarlig meting. Tað havi eg sum kunnugt mett um sbr. tíðindaskrivi mínum 27. mars 2008.

Við støði í hesum viðmerkingum er svar mítt til einstøku spurningarnar:

Til 1. Mín støða í málinum er grundað á eina gjøgnumgongd av tilgongiligum upplýsingum í málinum. Út frá hesi gjøgnumgongd bendir tað ikki á, at Torbjørn Jacobsen hevur framt óregluligt virksemi. Tað er skattamyndugleikin TAKS, ið hevur eftirlit við, at ásetingarnar í § 1, stk. 2 í Kapitalvinningsskattalógini og § 37a, nr. 2 í Skattalógini verða hildnar, og hevur hesin myndugleiki atgongd til skrásettar upplýsingar bæði frá bankum og fyritøkum, ið eg ikki havi. Eg havi sjálvandi álit á, at TAKS eisini røkir skyldir sínar í hesum máli.

Til 2. Sambært omanfyri nevndu gjøgnumgongd av málinum ber ikki til at siga, at Tórbjørn Jacobsen kendi til prospektið viðvíkjandi P/F Atlantskolvetni, tá Kongshavnar Útgerðarfelag seldi partabrøv í Atlantic Petroleum. Prospektið varð, sum fyrr nevnt, undirritað hin 7. desember 2004 og ikki 7. oktober 2004, og partabrøvini vórðu seld hin 4. november 2004. Hetta verður váttað í frásøgn frá nevndarfundi í Atlantskolvetni hin 7. desember, tá eisini prospektið varð undirritað.

Til 3. Eg havi sæð skjalprógv fyri, at Torbjørn Jacobsen hevur goldið fyri partabrøvini, ið hann keypti frá Kongshavnar Útgerðarfelag hin 4. november 2004.

Til 4. Tað snýr seg ikki um, at eg taki fyrisitingarliga avgerð í málinum, men eg meti um eitt mál politiskt. Tí galda vanligu ógegnisreglurnar ikki. Sjálvt um so var, at tær vóru galdandi, meti eg ikki, at talan er um nakað ógegnisføri, tí tey bæði arbeiðini – at undirrita eitt prospekt og at svara spurningum, ið eg setti um viðurskiftini hjá einum politikara, sum samstundis er partaeigari í Atlantskolvetni – ikki hava nakað við hvørt annað at gera..

Til 5. Sum í øllum øðrum løgfrøðiligum viðurskiftum, so ber ikki til at skera alt yvir ein kamb. Ítøkiliga føri má ítøkiliga haldast upp í móti fyrisitingarlógini § 3, og ikki ber til at siga, at ein landsstýrismaður er ógegnigur í øllum málum sum heild, bara tí at hugsast kann, at ítøkiligt mál kemur at stinga seg upp, har hann er ógegnigur. Slíkir spurningar mugu tí aloftast loysast ítøkiliga frá máli til máls sbr. fyristingarlógini § 3.

Hetta er so tann kalda løgfrøðin. Nakað annað er so tann politiski veruleikin. Tað er vorðið alt meira vanligt, at føroyingar, og tí eisini komandi landsstýrismenn, ogna sær virðisbrøv í vinnuni. Tað er sjálvandi at fegnast um. Men hinvegin skert ikki burtur, at tað kann elva til misálit ella ótryggleika millum borgarar, um ein landsstýrismaður hevur áhugamál í ávísari fyritøku, ið er fevnd av hansara málsøki, hóast landsstýrismaðurin ikki er beinleiðis ógegnigur í fyrisitingarligum høpi. Tí síggi eg fyri mær, at løgmaður í framtíðini fer at leggja upp fyri slíkum spurningum, tá hann býtir málsøki millum landsstýrismenn.

Tá hetta landsstýrið varð skipað, kannaði eg ikki persónligu vinnuligu áhugamálini hjá landsstýrisfólkunum, áðrenn eg gjørdi av at útnevna tey til landsstýrismenn. Men síðani havi eg heitt á tey um at boða mær frá vinnuligu áhugamálum teirra. Tá tað tilfarið er fingið til vega, eri eg betur fyri at meta, um tillagingar eiga at gerast í málsøkjabýtinum.

Til 6. Nei, eg meti ikki, at ein landsstýrismaður er ógegnigur at viðgera mál, sum annar landsstýrismaður er ógegnigur í. Landsstýrismenn hava professionel viðurskifti við hvønn annan. Skal ógegni verða, mugu onkur serlig viðurskifti verða afturat sbr. § 3, stk. 1, nr. 5, sum førir við sær ógegni. Um hildið verður, at landsstýrismenn ikki kunnu viðgera mál, sum annar landsstýrismaður er ógegnigur í, komu vit í eina løgna støðu. Hvør skal tá taka støðu landsstýrisins vegna? Løgtingið, dómstólarnir ella ríkismyndugleikarnir? Tað hevði neyvan verið sambæriligt við stýrisskipanina at lagt vald til onnur.

Til 7. Ringt er at svara fyri, hvør rættarkenslan og álitið á politisku skipanina er hjá fólki. Eg kann bara svara fyri meg sjálvan, at eg meti ikki, at nakar trupulleiki er í hesum viðfangi út frá ítøkiligu umstøðunum, sum lýstar eru í áður umrødda tíðindaskrivi mínum frá 27. mars 2008. Annars kann eg upplýsa, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum enn ikki hevur avgreitt fyrispurningin hjá Kongshavnar Útgerðarfelag um at flyta umrødda veðhald til annað skip.

Í Tinganesi, 5. mai 2008
Jóannes Eidesgaard