Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fíggjarmálaráðið avsannar søguna í Degi & Viku týskvøldi 9. juni 2009.

John William Joensen

Fíggjarmálaráðið avsannar staðiliga søguna í Degi & Viku í gjárkvøldið um, at ein rossahandil er inngingin millum landsstýrismannin í fíggjarmálum og limir í Tvøroyrar býráð.

Tíðindaskriv

At dagbøturnar, sum vórðu álagdar ávísum býráðslimum, eru sleptar, er einans eitt úrslit av, at Tvøroyrar býráð nú hevur broytt roknskapirnir fyri 2007 og 2008 sambært roknskaparkrøvunum í Kommunustýrislógini.
 
Søgan í Degi & Viku um, at ein rossahandil er inngingin, er tí íspunnin. Á fundinum millum landsstýrismannin í fíggjarmálum og Tvøroyar býrað 9. mei varð spurningurin um roknaskapirnar viðgjørdur. Men á sama fundi varð sjálvsagt eisini fíggjarstøðan hjá kommuni viðgjørd, nú inntøkurnar hjá kommununi eru minkaðar, og spurningurin um, hvussu kommunan ætlar at røkka ásetingini um, at lániskuldin ikki skal vera oman fyri eina álíkning.
 
Men her er talan um tvinnandi mál, sum Svf av ein ella aðrari orsøk royndi at tvinna saman. 

á Argjum, 10. juni 2009
Fíggjarmálaráðið