Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini segði júst nú at hann gekk inn fyri einari leiðslu í sjúkrahúsverkinum har øll viðgerð í størst møguligan mun verða savnaðar á einum stað sum sambært honum var bíligast fyri samfelagið og eisini fór at merkja betri viðgerð fyri brúkaran.

Hann svaraði einum spurningi frá Eyðgunn Samuelsen um hvørt Bárður tók undir við sjónarmiðunum hjá Løgmanni har hann mælti at stovnseta eina yvirordnaða leiðslu í Heilsuverkinum.
Hann svaraði eisini einum fyrispurningi frá Høgna Hoydal har Bárður undirstrikaði at hann og Løgmaður vóru samdir um tey flestu málini, men at tað í seinastuni høvdu verið einstøk stór mál har teir ikki vóru samdir.
Sum landsstýrismaður í fíggjarmálum avgjørdi hann m.a. at flyta Toll og Skatt úr Klaksvík, tí Norðragøta skuldi verða betri hóskandi. Men Toll- og Skatt er enn í Klaksvík – so kanska hevur Sjúkrahúsið ikki tað stóra at óttast. Seinastu vikurnar hevur høvuðsstaðarpressan – ella tað sum eftir er av henni – rørt fram undir at rok skal verða í Sambandsflokkinum um formanspostin.