Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fíggjarnevndarlimur sigur seg ikki minnast at vera kunnaður um íløguna í týska felagið

John William Joensen

Hilmar Danielsen, sum er uttanlanda í løtuni, sigur at hann ikki minnist um munnlig kunningin er farin fram meðan hann hevur verið á fundi í fíggjarnevndini

Í tíðindaskrivinum frá býráðnum stendur m.a.:
“….varð málið lagt fyri fíggjarnevndina sum ein munnlig kunning um, at kr. 160.000 blivu fluttar til Phoenix…..”

Minnist einki til kunning
Hilmar Danielsen, sum hetta tíðarskeiði, sat í fíggjarnevndini, sigur seg ikki minnast hesa kunning.
– Nú er tað soleiðis at tá talan er um eina munliga kunning, so verður nevndin oftað kunnað um nógv ymiskt og tí kann vera torført at minnast eitt einstakt mál.
– Eg kann eisini hava verið burturstaddur, men eg kann bara staðfesta at eg ikki minnist meg verða kunnaðan um at býráði hevði ætlanir um at gera íløgu í týska felagið.
– Tað er sjálvandi ikki neyðugt at draga fíggjarnevndina upp í eitt mál tá talan er um at flyta pening millum peningastovnar, men tá talan er um at ger íløgur átti hetta at verið lagt fyri fíggjarnevndina sum eitt mál. So hevði málið fingið eina viðgerð í nevndini.

Harleyfacadeacryl