Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Fíggjarstøðan hjá kommununi í tryggari legu

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

Í fíggjarstýringini í Klaksvíkar kommunu hevur stórur dentur í fleiri ár verið lagdur á at gjalda niður skuld og seta pening av í góðum tíðum, og hevur hetta styrkt fíggjarstøðuna og betrað um gjaldførið. Harumframt eru fleiri av stóru verkætlanunum lagdar til rættis í langtíðarfíggjarætlanum gjøgnum farnu árini. Til dømis er peningur avsettur til skúlabygging, rennibreyt og mentanarhús, og verður hesin peningur nú at brúka til at fremja arbeiðið komandi árini.

Hetta merkir samstundis, at vit komandi árini kunnu gera stórar íløgur og fremja framskygdar verkætlanir uttan stórvegis lántøku. Hóast hetta kann vísa seg sum hall á samlaðu fíggjarligu úrslitunum, viknar fíggjarstøðan ikki av hesum. Tvørturímóti fylgja vit framvegis somu langtíðarætlan, sum hevur sett pening av seinastu árini til at brúka í komandi tíðum, soleiðis at ætlaðar verkætlanir kunnu fremjast.

Tann samlaða lániskuldin ultimo 2017 er 126 mió. kr. Um vit síggja burtur frá tøkum peningi, sum er disponeraður í samband við langtíðaríløguætlanina, so er kommunan umleið 90 mió. undir álíkningini. Hetta merkir at kommunan – hóast alt gjaldførið skuldi verið brúkt – hevur møguleika at lána 90 mió. kr.

Eisini hevur býráðið megnað at fingið nýggjar verkætlanir sjósettar við stuttum skotbrái fyri at tryggja framhaldandi vøkstur í okkara kommunu. Eitt nú kann nevnast nýggja ídnaðarøkið við Borðoyarvík, har eitt øki á 16.000 fermetrar verður gjørt byggiklárt til vinnuna, sum kann vera við til at tryggja framhaldandi vøkstur í Klaksvíkar kommunu.

Samanlagt kann útfrá hesum staðfestast, at samlaða fíggjarstøðan liggur í tryggari legu við góðum framtíðarútlitum og eini skuldarstøðu, sum er røttumegin álíkningina í ríkiligt mát.